10 TING EG ÆTLI MÆR Í SUMMAR
Sólglottarnir í dag hava fingið meg at hugsa um mínar ætlarnir hettar summari. Sum tað sær út nú, so verður tað ikki nakar uttanlandstúrur til okkum, men í staðin heima hygg og Føroyar fyri allar pengarnir.
Tí havi eg gjørt mær ein lista yvir 10 ting eg ætli mær í summar :
Í ár verður árið, har eg fari upp á Slættaratind fyri fyrstu ferð
Í summarhús við familjuni onkustaðni í Føroyum
Vera vertir fyri eini summar veistlu á terrassuni hjá okkum
Brúka hitapottin í øllum førum 2 ferðir um mánaðin frá juni til september.
Svimja úti í góðveðrinum
Njóta nærumhvørvið, fanga síl, krabbar og lata lítlu vassa í ánni so nógv hon orkar ? Ganga stuttir túrar í haganum her, síggja skurðapisur, fiska og gera alt tað, vit gjørdu sum børn.
Gera sunnudagstúrar til eitt ting aftur.
Á G! festival sjálvandi
Fara ein ríðitúr onkustaðni (átti ross sjálv fyrr, men nú má eg noyðast við at fara ein “guide” túr, kanska við Davidsen hestar ella Berg ?)
Fara á eina romantiska bil date við John, við flottum útsýni, teppum, mati og ljóskedu.
Eg kundi sjálvandi skriva mær nógv fleiri ting niður, men hettar verður tað fyri fyrst. Endamálið er í øllum førum at njóta Føroyar so nógv sum møguligt, bæði vit sum familja, men eisini persónliga.
Eg haldi at vit búgva í flottasta og deiligasta landinum í heiminum, men vit duga alt ov illa at njóta og seta prís upp á tað sum vit hava.
Hava tit nakað hugskot til okkurt eg burdi roynt í Føroyum í summar ?
Øll hugskot eru kærkomin <3