So royna vit aftur...

IMG_9964.jpg

So var eg enduliga aftur á blogginum, vegna heilsutrupuleikar o.a. havi eg hvørki havt orku ella hug at blogga seinastu tíðina, men nú eri eg aftur - tó við nøkrum smávegis broytingum.

Eg havi valt at frá nú av verður bloggurin aftur við tað gamla, tað vil siga at krøvini til mín sjálvs og bloggin eru lækkaði nakað. Ikki tí at eg ikki vil hava ein góðan blogg, men heldur hinvegin tí at tað til tíðir hevur verið eitt sindur strævi og útfordrandi at finna nóg góð evnir at skriva um. Men tá eg so hyggi aftur á, hvørjir bloggar mær dámar væl at lesa sjálv - so vísir tað seg ofta til at vera púra vanligir gerandisbloggar.

Olafsdottir.fo verðir tíðskil vónandi aftur ein partur av gerandisdegnum og miða verður eftir at leggja eitt inlegg út um vikuna. Mær dámar væl at blogga og haldi absolut at mangul er upp á føroyskir bloggarir, hóast eg havi fingið bjóða starv sum bloggari fyri aðrir miðlar í fleiri umførðum, so velji eg at verða trúðføst móti mær sjálvari og heldur bara blogga á hesi síðuni. Gjøgnumskygni er eitt lyklaorð fyri bloggin og eg vil tíðskil altíð vera trúðføst móti mær sjálvari og mínum lesarum. Tað eg skrivi um kemur beint frá hjartanum og bloggurin er í skrivandi stund ikki ein inntøkukelda.

Um tað hendur seg at fyritøkur venda sær til mín og biða um sponsoreraði inlegg, verður hettar sagt í inlegginum og eg taki einans ímóti teimun sponsorum, eg sjálv kann standa inn fyri. Sjálvandi er tað altíð meira spennandi at blogga, um tað lønar seg á ein ella annan hátt, men tað er ikki tí eg bloggi.

So útsølukeyp, gerandisuppskriftir, gerandisdagurin, familjulív, bóndagarður, blandað bomm, favorittar, tankar, myndafrásagnir og annað verða aftur at síggja her á síðuni.

Eg komi heilt sikkurt at hava nakrar(nógvar) stavifeilir, gloyma at leggja út viðhvørt og gera innlegg, ið ikki eru relevant fyri øll. Men eg geri mítt besta og ynski veruliga at finna gleðina í at blogga aftur - tí tað er jú her mín ferð, sum sjálvstøðu vinnurekandi byrjaði.

Takk fyri at tit enn eru við og orsakað at eg havi verið vekk so leingi.