Bailies konfekt

Nú havi enduliga fingið upp í lag at gjørt ársins jólakonfekt og nei tað er einki fancy, tað sær bara soleiðis út. Yvirskotið í ár er ikki av tí allar størsta, so eg valdi at gera tvey sløg sum eru skjót, nem og smakka væl – eitt til tey vaksnu og eitt til børnini. Hettar er so tað til tey vaksnu.

Read More
GUIDE TIL SANTORINI

So er hon enduliga her – Guide til Santorini. Sum tey fleystu tykkara nokk vita so vóru eg og ein vinkona eina viku í Santorini í September og tað skal eg lova tykkum, hettar var heilt sikkurt eitt tað lekkrasta um ikki tað besta staði eg nakrantíð havi vitja! Oyggin er barasta so fantastiska flott, fólkini eru fitt og vinarlig, einki stress og einki vas, veðrið er fantastiskt og tænastan í hásæti líkamikið hvar tú ert!

Read More
VIKUSKIFTIÐ Í EDINBURGH

Í novembur mánaða vóru eg og John ein vikuskiftistúr í Edinburgh,  planurin var tá at gera ein blogg um júst hettar, men tíðin rann eitt sindur frá mær. Tó so – betri seint enn ongantíð ha? So er fáa tit eitt blogg innlegg um Edinburgh. Atlantic flýgur jú beinleiðis til Edinburgh aftur í Mars, so tað er upplagt hjá okkum føroyingum at fara ein túr.

Read More