GERANDISDØGURÐI – PYLSURÆTTUR

Vit kenna tað nokk øll, tað eru dagar har døgurðin bara skal vera skjótur, lættur at gera, okkurt øllum dámar og gjarna eisini í tí bíligara endanum. Í dag var ein av hesum døgunum heima hjá okkum og sum ikki einaferð stó pynsurættur á menyini. Hesin nemmi rættur er avgjørt ein familju favorittur heima hjá okkum bæði tá tað kemur til at gera og eta. Nú dámar mær sum regul best at gera mat frá grundini og ikki keypa pakkaloysnir, men júst í hesum føri havi eg kombinera tað eitt sindur og við hvørt er also gott loyvt at snýta.

her fært tú uppskriftina :

Tú skalt brúka :

1 bræv knorr tomatsuppu (1 l)

250 gr maccaroni/ suppuhorn

5 dl vatn

5dl mjólk

1 pk pylsum (áleið 500 gr)

rivnan ost

Soleiðis gert tú :

1. Ger tomatsuppu við suppuhorn  í eini grýtu við 5 dl vatn og 5 dl mjólk.

0c0542_4860c13ba9b846b8b67a6383e3ced3e0mv2_d_1333_1334_s_2-2.jpg

2. Sker pylsurnar í passaliga smáar munnbitar.

3. Tá suppan er liðug og suppuhornini eru nøkurlunda bleyt koyrir tú pylsurnar í grýtuna og rørir alt væl saman.

4. Koyr síðan alt í eitt eldfast fat og stroy rivnan ost omanyvir.

5. Set inn í ovin á 200 gradir inntil osturin er smeltaður.

Smakkar væl við flyt afturvið.

Vælgagnist <3