LÚKA NR 13 : SNICKERS KAKA FRÁ SUKURSØTT

Eg eiti Vígdis og eri kvinnan aftanfyri bloggin SukurSøtt. Dagliga lesi eg sálarfrøði á Aarhus universiteti og útyvir tað njóti eg at diggast við bloggin. 

Tað var mær ein æra at blíva spurd um eg vildi verða gestabloggari hjá ByOlafsdottir. Eg havi fylgt Byolafsdottir í nógv ár og var hann heilt sikkurt ein av bloggunum, sum gav mær íblástur til at byrja SukurSøtt. So túsund takk fyri tað!

SukurSøtt er ein bloggur har tú finnur uppskriftir, DIY, mótaynskir og allar mínar tankar har ímillum. 

Í løtuni eru eg totalt tendrað uppá at gera mat! Við einum krevjandi lesnaði, er matgerð mín vegur til at slappa av, og samstundis fáa okkurt burturúr. So um eg slapp, so stóð eg í køkinum allan dagin.  

Eg vil fegin deila hesa lekkru snickers køkuna við tykkum. Sum eg plagi at siga “nokk av sukri og sjokulátu, so gongur tað nokk!”. Snickers køkan er sukursøt og smakkar fantastiskt, so eg haldi at vit fara beint í gongd.

Set ovnin á 170 stig

Tilfar til eina køku við diametur á 20 cm

140 g sukur

1 egg

40 g smør

100 g mjøl

20 g kakaopulvur

1 tsk vaniljusukur

1 1/2 bakipulvur

Eitt sindur av salti

1 dl mjólk

50 g myrk sjokuláta

Píska smør, mjøl, sukur, kakao, bakipulvur og salt saman. Píska nú mjólk, egg og vaniljusukur í einum øðrum bolla. Píska síðani alt tilfarið saman, til tað fær ein bleytan konsistens. Rør síðani sjokulátabitarnar í blandið. Koyr nú deiggið í ein randform við einum diametur á 20cm. Baka mitt í ovninum í umleið 35 minuttir. Tað kann verða ymiskt frá ovni til ovn, so hald eygað við køkuni.

Peanutbutter glasur/frosting

60 g bleytt smør

70 g peanutbutter

1 tsk vanuljusukur

200 g flormelis

1 spsk vatn

Píska alt tilfarið saman. Um tað er ov tunt, koyr so meira flormelis í, til tað blívur nóg tjúkt. Koyr í ein sproytiposa og koyr tað á køkuna.

Snickers

Sker snickers í smáar bitar og stroy tað oman yvir glasurið.

Karamell

200 g sukur

50 g smør

1,25 dl róma

Eitt sindur av salti

Koyr sukrið í eina grýtu og lat tað fáa frið at hitast, til tað loysnar frá grýtuni. Tá tað byrjar at brúnkast, tekur tú tað av heitu plátuni og koyrir smørið í. Smørið skal vera skorið smátt. Koyr tað síðani aftur á heitu plátuna og rør runt. Síðani koyrir tú spakuliga róman í og smakkar til við salti. Rør runt til tú heldur at karamellið er blivið nóg tjúkt.

Tú velur sjálv hvussu nógv karamell tú ynskir á køkuna. Eg havi einans koyrt tað á kantin, men tað kann saktans eisini koyrast oman yvir køkuna.

Tadaaa! Vøkur, lekkur og perfekt til jólagestirnar.

Vælgagnist!

M&K 

SukurSøtt

Um tú ynskir at síggja fleiri lekkrar uppskriftir o.a frá SukurSøtt,  so er at fylgja við á blogginum hjá henni : http://sukursott.com 

Facebook síðuni SukurSøtt . 

Instagram: SukurSøtt

IMG_8466-1024x682.jpg