GUIDE TIL SANTORINI

IMG_3820.jpg

So er hon enduliga her – Guide til Santorini. Sum tey fleystu tykkara nokk vita so vóru eg og ein vinkona eina viku í Santorini í September og tað skal eg lova tykkum, hettar var heilt sikkurt eitt tað lekkrasta um ikki tað besta staði eg nakrantíð havi vitja! Oyggin er barasta so fantastiska flott, fólkini eru fitt og vinarlig, einki stress og einki vas, veðrið er fantastiskt og tænastan í hásæti líkamikið hvar tú ert!

IMG_3896.jpg

Mær dámar vanligvís væl at ferðast upp á tann eitt sindur ótraditionella mátan, men hesa ferð hevði eg brúk fyri at tingini vóru eitt sindur meira avslappaði, avstressandi og beint framm. Nú eg eri afturkomin, kann eg ikki annað enn staðfesta at ferðin var alt tað eg droymdi um og meira afturat! Hettar er eitt stað eg haldi at øll burdu vitja minst einaferð í lívinum.

IMG_3855.jpg
IMG_3888.jpg
IMG_3819.jpg

Faktist so var ferðin ikki ein gongd so rævuliga dýr, serliga tí vit vóru úti í góðari tíð við at bæði bíleggja ferðaseðlar og hotel – tilsamans kostaði tað mær runt roknað 12.000kr úr Føroyum til Santorini við hotell í eina viku, tá bookaði eg alt í Februar mánað, tað er ikki so galið ha ?

IMG_3358-2.jpg
IMG_3316-2.jpg

Hvar búðu vit:
Hotellið hjá okkum æt Marizan Caves & Villas og lá í Oia, sum nokk tann kendasti býurin í Santorini.
Hettar er uttan yva besta og lekkrasta hotell eg nakrantíð havi verið á, við tænastuni í top og einum útsýni sum veruliga ikki kundi blivi betri. Tað sum ger hettar hotelli so serstakt eisini, er at tað hevur einans 8 kømur, ið øll á ein ella annan hátt eru serstakliga inrættaði. Alt er sera ljóst og luftut, reinføri er í hásæti og morgunmaturin er ikki at kimsa at.
Eitt nú kann eg nevna at hotelli eisini er á nógvum av teimun kendu myndinum og postkortinum ein vanliga sær úr Santorini.
Eg vil heilt avgjørt viðmæla hettar hotellið til øll, sum umhugsa at fara til Santorini. Bæði tí at Oia heilt sikkurt er flottasti og best umtøkti býurin, men eisini tí at tað er eitt luksushotell til ein rímuligan prís – ja also tað vil siga fyri at vera í Oia, tí hotellini har eru dýrari enn í eitt nú Kamari, sum er beint við flogvøllin. Vit bookaðu tað ígjøgnum bookings.com, men eg skal heilsa og siga frá hoteleigarinum at um fleiri føroyingar hava hug at koma á hotelli, geva tey fegin ein betri prís um tit skriva ein beinleiðis teldupost til tey á: info@marizan.gr

IMG_4082.jpg
IMG_3994.jpg

Hvussu komu vit hartil
Vit bíløgdu ferðaseðilin gjøgnum SAS og flugu fyrst til Athen og síðan til Santorini har frá. Um summari eru tó beinleiðis ferðir úr Danmark til Santorini.

IMG_4032.jpg

Hvat er eitt MUST at síggja:

IMG_3752.jpg

Oia, sum er kendasti býurin og tann sum allarhelst er á fleystu myndum osv. Bara at ganga gøturnar har, merkja stemmningin og hyggja í allir teir serstaku handlarnir er nakað heilt fyri seg + tað er eisini her tey fleystu koma fyri at síggja sólsetri.

IMG_4152.jpg
IMG_4128.jpg

Amoudy bay
At ganga øll tey 249 trapputrini úr Oia niður til Amoudy bay er nakað heilt fyri seg, útsýni er sera flott og tá tú so kemur heilt oman verður tú møtt/ur av 5 matstovun, ið allar selja frískan mat úr sjónum.
Um tú so gongur víðari, í gjøgnum 2 av matstovunum og fylgir gøtuni longur út á víkina – kemur tú til eitt lítið innvig har ein stórur klettur er eitt sindur úti á havinum. Har kanst tú eitt nú svimja í havinum og hoppa av klettinum – um tú torir. Eg má tíðanverri viðganga at eg tordi í øllum førum ikki at hoppa útav klettinum, men eg svam harafturímóti í sjónum, sum fyri meg eisini er sera djarvt. Vatnið er púrasta klárt og tú sært niður á botn – tað er faktist heldur ikki soo kalt.

IMG_3700.jpg
IMG_3681.jpg

Fira
Er størsti býurin á Santorini og tað er eisini her at øll tey stóru ferðamannaskipini koma inn. Tað merkist at býurin er meira upptikin enn restin av oynni og tað tykist sum um at tempoði og prísirnir eru eitt lítið sindur hægri. Men um tú vilt síggja tey mongu eslini og fáa tí ikonisku myndina av býnum sum er bygdur heilt út á eggjuna av fjallinum, so sært tú hettar í Fira.

IMG_4094.jpg
IMG_4077.jpg
IMG_4068.jpg
IMG_4023.jpg

Pyrgos
Býurin sigst at verða tann elsti á Santorini og er bygdur upp eftir eini fjallasíðu mitt á oynni. Tað merkist at her eru ikki líka nógv ferðafólk, men býurin er heilt sikkurt ein vitjan verd, tí hann er nakað heilt annað upp á onkran máta enn eitt nú Oia og Fira.
Vit brúktu ein dag bara at ganga runt og hyggja eftir býnum og síðan ótu vit Gyros á eini lokalari matstovu.

IMG_3639.jpg
IMG_3626.jpg

Perissa
Strondin í Perissa er heilt sikkurt tað, sum trekkjur fólk til býin og tað er væl skilligt. Hon liggur sum tann innasta av strendrinum, eitt sindur fjald fyri vind og tíðskil tykjist vatnið eisini eitt sindur heitari her. Vit koyrdu forbí bæði Kamari og Perivolos, men tær tyktust at hava eitt sindur meira vind og fólk.
Sum heild er ein rúgva at síggja og vit kundu heilt sikkurt havt uppliva meira, men valdu at taka tað eitt sindur róliga og uppliva eitt ting um dagin. Bara at búgva í Oia og vera har var ein tann stórsta upplivingin í sær sjálvum.

Maturin

IMG_4246.jpg
IMG_4241.jpg
IMG_4091.jpg

Maturin í Santorini er somuleiðis nakað fyri seg og heilt annaðleiðis enn tað vit kenna her í Føroyum. Man fær sjálvandi Pizza og aðrir internationalir rættir á oynni, men í høvðusheitum løgdu vit okkum eftir at royna grikskan mæt og tað eri eg glað fyri.
Gyros og Souvlaki
Hettar er tann bíligasta og nemmasta máltíðin, men nokk eisini favoritturin hjá mær. Fæst so at siga á øllum matstovunum og kostar sum regul áleið 14 – 20 kr. Ein gyros var í øllum førum nokk sum ein heildur døgverði til mín og smakkaði alvorliga væl, prøvaði bara at keypa frá smáðum lokalum matstovum og hvør var betri enn onnur.
Fava og Tzatziki
Bæði brúkt sum dip til breyð.
Frappe

IMG_3794.jpg

Ís kaffi við eitt sindur av mjólk og sukur. Tí heitt kaffi ikki er nakað at reypa av har og tí at man hevur alvorliga brúk fyri onkrum at køla seg niður við.

Grikska salat
Eitt must tá man er í Grikkalandi – er nakað annaðleiðis enn tað vit vanliga seta í samband við griska salat her heima, men rávørurnar eru orduliga frískar og lekkrar.

Tomato Balls
Líkist eitt sindur kjøtfrikadellum, bara við tomat í staðin fyri kjøt. Santorini er kent fyri sínar cherrry tomatur og smakkað tomatrættirnir eisini har eftir.

Ís frá Lolitas

IMG_3710.jpg

Lolitast er eitt must um tú fert til Santorini! Eg má erliga viðganga at JA eg át ís næstan hvønn dag tí teir smakkaðu barasta so væl frá Lolitas – heimagjørdir á staðnum, við góðum ráðvørum. Serliga Kokos, peanut dream og appelsin sorbet vóru mínir favorittar. Lolitas liggur beint við bus statiónina, so tað er lætt at finna.

IMG_3900.jpg

Samanumtikið
Eg kann ikki undirstrika nokk hvussu lekkurt tað er í Santorini og tað er avgjørt ikki uttan grund at instagram og reklamur annars eru fyltar við myndum úr har frá. Stutt sagt kann eg ikki siga annað enn at tú fert ikki at angra tað um tú bókar eina ferð hertil og tær eyka krónurnar tú betalur fyri at búgva í eitt nú Oia og heilt specefikt Marizan Caves er verdar hvørt oyra! Tað er ikki bara hotellið og býurin tú fær, men upplivingin sum heild.

IMG_3754.jpg

Líka eitt afturat, læs teg ikki for fastan í øllum møguligum planum og tingum tú bara mást náa, grikkar eru øtuliga nógv fyri at liva í nú’inum og tað skal tað eisini vera pláss fyri á ferðiuni. Eitt nú vóru nakrar av teimun bestu upplivingunum eg hevði at sparka fótbólt á gøtuni við nøkrum lokalum grikkum, samtalan við ein gamlan skipara sum hevði silgt forbí Føroyar mangan, at eygleiða og heilsa upp á teir fittu hundarnir og ketturnar sum búðu á gøtuni og hoyra søguna um hvussu tey lokalu á oynni standa saman um at taka sær av djórinum, geva teimun eta og syrga fyri at tey hava tað gott – tað er meira sum um at djorini eru fríð, heldur enn heimleys og ikki minst maturin frá eini lítlari lokalari grill barr við góðum stemmningi seint um kvøldið.

IMG_3537.jpg
IMG_4099.jpg
IMG_3492.jpg
IMG_3463.jpg
IMG_3452.jpg