PIRATOS/ HINDBER DREYMUR
Til kvinnukvøldið vit høvdu í Mentanarvikuni, setti eg mær fyri at hava eina heilt nýggja uppskrift klára. Tað bleiv so til hesa piratos/hindber ostakøkuna. Kakan bleiv sera væl móttikin millum okkara fittu kundar, so mikið væl at tað var einki eftir til okkum, men tað er bara gott. Sjálv haldi eg hon smakkar alvorliga væl, uttan at blíva ov søt, av tí at hindberini og lakres siropurin geva restini eitt sindur av mótspæl. Tó má eg ávara tykkum – tá tú fyrst ert byrjað/ur at eta, er ringt at fáa afturhald.
Tú skalt brúka :
200 gr Philadelphia róma ost
250 gr flourmelis
250 ml píski róma
1 pk morengs toppar
fryst hindber
1) Umráðandi er at tú hevur gjørt lakres siropin og lat hann kølna áðrenn. Helst dagin fyri um tað ber til. Uppskriftina finnur tú her
2) Knúsa morengs topparnir og stroy tað í eitt fat.
3) Píska róman inntil hann er góður.
4) Píska flourmelis og rómaostin saman við rómanum.
5) Koyr kremi omanyvir morengsi.
6) Beint áðrenn kakan skal serverast koyrir tú hindberini á og síðan lakres siropin omanyvir tey.
Enjoy <3