SUNNAR DADLUKÚLUR

0c0542_30b45fe6efc74623b8ff041f043abb6a.jpg

Eg havi tað, ið ein kallar eina søta tonn, viðhvørt mestsum ov søta. Tá er gott at eiga dadlukúlur inni, tær smakka nemmuliga akkurát sum bomm, heilt sikkurt ein av mínum yndis “snack” fyri tíðina.

Ikki bara smakka tær væl, men so síggja tær eisini penar út og kunnu pyntast við alskyns pynt, tó dámar mær best tær við lakres pulvur, men kokus smakkar eisini væl.

Tú skalt brúka :

250 gr steinfríðar dadlur

120 gr mandlur

3 sspsk kakao pulvur

3 sspsk havragrýn

Rom essens

Saft frá ½ appelsin ( ikki neyðugt)

Soleiðis gert tú :

Blenda dadlurnar eitt sindur í senn og koyr í ein bolla.  Blenda síðan mandlurnar og havragrýn – elt dadlur, mandlumjølið og kakao pulvur saman. Koyr síðan Rom essens og appelsin í eftir tørvið.  Rulla síðan til smáar kúlur og pynta við tí tær lystir, eg plagi at brúka lakrespulvur, kokosmjøl og krymmel.

Enjoy <3