BACON PANNUKØKUR

0c0542_094f44f30ec641d5beb179a51861610b.jpg

Vit høvdu gestir úr Niðurlondum nú fyri kortum og eitt tað besta hon lærdi okkum ( ífylgi manninum), var at gera bacon pannukøkur við myrkum siropi. Í Niðurlondum brúka tey hettar til døgvera, tó tá eru pannukøkurnar meira sum tær føroysku, tó eitt sindur tjykkri. Eg prøvaði tó at gera eina morgunmatar versión, her fært tú uppskriftina.

Tú skalt brúka:

1 kop/glas av mjøl

1 tsk bakipulvur

2 egg

1 kop/glas av mjólk

150 gr bacon

1 sspsk olju

1 tsk smør

Soleiðis gert tú :

1. Blanda mjøl og bakipulvur væl saman.

2. Blanda síðan eggini og mjólkina saman.

3. Alt saman við einum pískirísi, soleiðis at tað gerst til eitt javnt deiggj.

4. Smelta smørið og oljuna á pannuni, tá tað er smeltað, rør síðan saman við restini. Deiggi skal vera eitt sindur tjúkt av tí at tað eru smáar tjúkkar pannukøkur.

5. Sker baconi í smærri bitar og koyr eitt sindur í senn á pannuna, samsvarandi við hvussu nógv deiggj tú brúkar.

6. Stroy síðan deiggj útyvir baconi. Tú fært c.a 3 smáar pannukøkur á pannuna í senn.

Smakka best at eta saman við púra vanligum myrkum siropi, tó kann ahorn siropur eisini brúkast.

Enjoy <3

0c0542_a426cfceb6e8468e91e5a036f7e842bf.jpg