EPLA PIZZA
Aftur kjøtfríður mánadagur, hesa fer er epla pizza á skránni. John elskar epla pizza, so hann er alvorliga glaður í dag.
Tú skalt brúka :
Deiggj :
1 kop av heitum vatnið
1 pakkað av gerð
1 spsk. av sukur
2 tsk. av salt
2 spsk. av oliven olju
1½ kop av vanligum mjøli
1½ kop av durum mjøli
Toppur:
3-4 eplir
1pk Súrróma
Dild
Oregano
Rosmarin
Basilikum
Salt
Pipar
Mozzarella ost ( heilan ella rivnan )
Soleiðs gert tú :
1. Rør gerðina og sukuri saman við heita vatnium. Lat standa í c.a 5 – 10 min. inntil tú sært at gerðin virkar.
2. koyr síðan restin av tilfarinum í, legg til merkis at mjøli skal rørast í síðst, eitt sindur í senn. Met sjálv um tað er brúk fyri meir enn upskriftin sigur, tó er hettar deiggi eitt sindur klistrut.
3. Koyr síðan eitt sindur av oliven olju í ein bolla og legg deiggi í ( smyr oliven oljuna á deiggi eisini ). Lat heva í eini 30 min.
4. Tá deiggi er heva rullar tú tað út til eina pizza.
5. Smyr síðan eitt javnt lag av súrróma á.
6. Sker eplini í tunnar skivar og legg útyvir súrróman.
7. stroy kryddaríini útyvir.
8. legg til síðst ostin á.
9. Bakað inni í ovninum á 180 -200 gradir í c.a 30-40 min, ella til tú sært at botnurin er góður.