COOKIE KAKA

Her í húsinum eru amerikanskar cookies sera populerar, eisini millum gestirnar. Men tað kann eisini blíva í so so stuttligt altíð at gera tað sama, so hesuferð valdi eg at gera eina cookie kaku í staðin og sigast má at hon hevur verið væl etin alt vikuskiftið – so mikið væl at eg mátti bakað hana trýggjar ferðir av tí at vit hava havt nokkso nógvir ymsir gestir síðan fríggjakvøldið. Hendan kakan ikki bara smakka væl, men hon er eisini alvorliga nemm at gera.  Í dag bleiv hon servera heit saman við heimagjørdum vanilju ísi, men hon kann saktans etast køld eisini. Her fært tú uppskriftina :

Tú skalt brúka :

240 gr smør

2,5 dl Farin ( Putursukur)

1 egg

1 tsk vaniljusukur

2,5 dl mjøl

1/2 tsk salt

1/2 tsk bakipulvur

1/8 tsk natron

100 gr sjokolátu (hakkaða)

Soleiðis gert tú :

1. Smeltað smørið og lat síðan standa eina løtu og kølnað.

2. Tá smørið er c.a lunkað pískar tú putursukur, egg og vaniljusukur í, til tað ar væl blandað.

3. Soldað síðan alt tað turra tilfarið í eitt sindur í senn og píska samstundis.

4. Koyr síðan deiggji í ein vanligan rundan tertuform , stroy hakkaða sjokolátu omanyvir og bakað mitt í ovninum á 180 gradum í 20 – 25 minuttir.

Enjoy <3