COOKIES

0c0542_454746eb27ab46a4bb1a1b90c2fc4f16.jpg

Eg havi bakað cookies við Mini eggs hesaferð og kann ikki siga annað enn at tær lukkaðust sera væl. Uppskiriftin er mín yndis Cookie uppskrift, har eitt sindur av sjokolátuni er skift út við Mini eggs staðin fyri, so tú kanst lættliga gera hesar við bara sjokolátu um tað er.

Tú skalt brúka:

1 kop sukur

1 kop putursukur

200 gr bleytt margarin ella smør (eg brúki vanliga smør, men margarin riggar fínt eisini)

2 stór egg

1 tsk bakipulvur

½-1 tsk salt

3 koppar mjøl

200 gr kókisjokolátu

1 – 2 pk minieggs knúst

Soleiðis gert tú :

1. Tendra ovnin til 225 gradir. Píska sukur, putursukur og smør saman til tað gerst bleytt. 2. Píska síðan eggini í eitt í senn, til blandingin gerst orduliga bleyt.

3. Píska síðan bakipulvur og salt í.

4. Hereftir pískar tú mjølið í, eitt sindur í senn inntin deiggi gert nóg stívt til at tú kanst rulla ta til smáar kúlur, tó kann tað vera eitt sindur klebrut. Ansa bara eftir so at tað ikki gerst ov turt.

Koyr síðan sjokolátuna og ½ av teimun knústu Mini egginum í.

6. Rulla síðan til smáar kúlur og set á eina bakarovnsplátu, klædda við bakipapír. Brúka eina skeið til at trýsta kúlurnar flatar. Pynta so við eitt sindur av knústum Mini eggs.

7. Set inn í ovnin í 5 – 10 minuttir. Tá tær byrja at blíva eitt sindur brúnar omaná, tak tær úr ovninum og tak bakipapíri av plátuni og lat cookies’irnar kølna. (Tær eru bleytar akkurát tá tú tekur tær úr ovinum, men blíva harðar tá tær eru kaldar.)

Tað er ymiskt hvussu stórar eg geri tær, men um tú gert tær sum vanligar smákøkur fært tú c.a 62 burturúr eini uppskrift.

1 koppur = c.a 2½ dl

Enjoy <3