LÚKA NR 8: RÍSALAMANG + 2 SLØG AV SÓS
Dagsins innlegg vildi eg fegin hava eitt sindur jólaligt, eftirsum vikuskiftið nærkast og hettar er tað vit fáa í vikuskiftinum. Hvat er meira jólaligt enn rísalamang?
Faktist fyri at vera erlig, plagdi eg ongantíð at gera rísalamang fyrr enn í ár. Okkum dámar sera væl rísingreyt, men maðurin hevur sum so ongantíð lagt nakað serligt í rísalamang fyrr enn í fjørð. Í ár hava vit so eisini heimablídni heima hjá okkum í Hanusarstovu til jólar, so tá mugu vit sjálvandi servera rísalamang.
Mín uppskrift er tann frá mammu, so tað er eitt sindur av hesum og eitt sindur av hasum, men tað sum er so sermerkt við hennara uppskrift er – Hon kókar rísingreytin undir dýnuni! Ja tað geri eg faktist eisini. Hví ? Tí tað sparir tær nógva tíð + tú kanst vera heilt sikkur í at rísingreyturin ikki brennist. GENIALT!
Hvussu ger man so tað ? Jú, soleiðis :
Tú gert rísingreytin eftir vegleiðing á pakkanum, men tá rísingreyturin er komin upp á kók, tekur tú hann av plátuni, viklar eitt handklæ/viskustykki rundan um grýtuna og ballar hana síðan inn undir dýnuna og letur hann standa har í minimum 1 tíma. Vit havi eitt gestakamar, ið hevur tvær dýnur, ið ikki vera nýttar so vit brúka bara tær.
Tá rísingreyturin er kókaður, setur tú hann at kólna, gjarna náttina yvir.
Tá rísingreyturin er vorin kaldur, fert tú í hálvt við at gera rísalamang. Píska róma – fyri hvørji 250 gr av rís brúki eg 250ml av píski róma, gjarna føroyskan.
Stoyt síðan tann pískaða róman í rísingreytin og píska væl, saman við sukur og vanilju sukur. Eg plagi at brúka c.a. 2 sspsk av sukur og c.a. 3 stórar tsk av vaniljusukur til 500 gr av rís, men best er at smakka hann til, soleiðis sum tú vilt hava hann.
Sólberðsós:
Tað nýggjasta her í húsinum er sólberðsós í staðin fyri kirsuberjasós. Hon er sera nem at gera og smakkar akkurát líka væl sum hitt, hon hevur bara ikki nøkur ber í og er drúgvari.
Tú skalt brúka:
4 dl óblandaðari sólbersaft ella Ribena
4 dl vatn
1/2 pk (50 gr) Tørsleffs javningspulvur til frugtgreyt við vaniljusmakki + 1 dl vatn.
koyr 4 dl av sólbersaft ella ribena og 4 dl av vatn í eina grýtu og fá upp á kók.
Tá tað er komi upp á kók, sløkk plátuna og rør varliga javningin í, inntil tú metur sósin er tjúkk nokk – ansa eftir so hon ikki gerst ov tjúkk. Eg brúki ikki allan javningin.
Koyr í eina flósku/krukku og set á køl. Heldur sær c.a 2 vikur í køliskápinum.
Karamel sós:
Tú skalt brúka :
200gr sukur
90 gr smør
250 ml róma
1 tsk havsalt
1. Stroy sukuri í eina grýtu og hita á miðal hitað.
Sukuri gerst fyrst eitt sindur klumput, fyri síðani at gerðast til brúnt og flótandi. Rør væl í grýtuni, tí hettar brennist lætt
2.Tá sukuri er smeltað, koyrir tú beinanvegin smørið í.
3.Tá smørið er smeltað heilt, stoyt síðan róman spakuliga í, meðan tú rørir.
Lat kremi kóka í c.a ein minutt.
4.Tak síðan grýtuna av plátuni og koyr í eina krukku/flósku
Vælgagnist <3