Bailies konfekt
Nú havi enduliga fingið upp í lag at gjørt ársins jólakonfekt og nei tað er einki fancy, tað sær bara soleiðis út. Yvirskotið í ár er ikki av tí allar størsta, so eg valdi at gera tvey sløg sum eru skjót, nem og smakka væl – eitt til tey vaksnu og eitt til børnini.
Her fáa tit uppskriftina upp á Bailies konfekt :
Tú skalt brúka :
500 gr marsipan
3 sspsk. Kakaopulvur
Bailies
Kóki sjokolátu
Soleiðis gert tú:
Elt marsipan, kakao og Bailies væl saman, eg plagi at elta kakao og marsipan eitt sindur fyrst og síðan koyri eg eitt sindur av bailies í senn. Til 500 gr brúki eg áleið 1/2 dl av bailies.
Rulla síðan til kúlur og dyppa í smelaða sjokolátu. Lat kølnað á bakipapír.
Tip: Um tær ikki dámar Bailies – kunnu mandludopar, vanilju ella lakrespulvur sagtans brúkast í staðin.