Sjokoláta Piparnøtir

IMG_5395.jpg

Nú havi enduliga fingið upp í lag at gjørt ársins jólakonfekt og nei tað er einki fancy, tað sær bara soleiðis út. Yvirskotið í ár er ikki av tí allar størsta, so eg valdi at gera tvey sløg sum eru skjót, nem og smakka væl – eitt til tey vaksnu og eitt til børnini.

 

Sjokoláta piparnøtur

 

Eg og yngsti beiggi mín fingu hug til at gera okkurt jólaligt gjárakvøldið, eftir ein heldur rokaligan jólatúr í Havn allan gjár. Maðurin fór at orna jólainnkeypi, meðan vit skrúvaðu jólatónleikin for frá og gjørdu konfekt – ein góður máti at enda ein heldur strævnan dag upp á og fyri at vera erlig kom eg í jólalag hesa løtuna, sum eg annars føli at eg havi mangla eitt sindur av hesi jólini.

 

Men nokk um tað, her fáa tit uppskriftina:

Sjokoláta Piparnøtir 

 

Hettar er tann perfekta uppskriftin til tín, sum vil virka sum ein yvirskotsmamma ella pápi, men egentliga ikki orduliga hevur tíð ella yvrskot til tess. Her eri eg totalt erlig, eg havi hvørki tol, yvirskot ella hug at bakað mínar egnu piparnøtir, so eg keypi tær í handlinum – gjarna tær bíligastu eg finni First Price er fínt nokk til okkum. So fyrsta stigi átti nokk at veri, við røttum bloggara stíli, at tú bakar tínar egnu piparnøtir – skippað tað og keyp tær heldur ella brúka tær tit eiga inni. Børnini leggja einki í um tað ikki eru heimabakaðar piparnøtir, trust me!

 

Smelta sjokolátuna yvir vatnbað og dippa piparnøturnar í og legg á bakipapír, lat síðan børnini koyra krymmel, lakrespulvur, gullstøv ella annað á sum tey hava hug til.

 

Eg hevði bæði keypt hvíta og vanliga kókisjokolátu, so eg gjørdi bæði sløgini – harafturat pyntaði eg ikki allar.

 

Tip – Hvít sjokoláta og lakrespulvur smakkar alvorliga væl

IMG_5392.jpg