VIKUSKIFTIÐ Í EDINBURGH
Í novembur mánaða vóru eg og John ein vikuskiftistúr í Edinburgh, planurin var tá at gera ein blogg um júst hettar, men tíðin rann eitt sindur frá mær. Tó so – betri seint enn ongantíð ha? So er fáa tit eitt blogg innlegg um Edinburgh. Atlantic flýgur jú beinleiðis til Edinburgh aftur í Mars, so tað er upplagt hjá okkum føroyingum at fara ein túr.
Hvussu komi eg til Edinburgh ?
Atlantic Airways hevur beinleiðis ferðaseðlar til Edinburgh t/rt hvønn hósdag og sunnudag frá 26. mars – prísur úr 828 kr hvønn vegin.
Hvar er gott at búgva?
Vit búðu á Ibis Styles á St. Andrews Square. Orduliga lekkurt hotel, fyri ein rímuligan penga – tætt við høvðus gøtuna, slottið og ikki so langt frá gamla býarpartinum heldur. Prís dømi : 2822 kr fyri 2 við morgunmati í 3 dagar.
Vit vilja avgjørt anbefalla hettar hotelli, liggur sera væl fyri, fitt starvsfólk og góður morgunmatur. Vit gingu til alt hesar dagarnir, av tí at vit ikki mettu tað verða neyðugt at brúka taxa ella buss við so góðari plasering.
Shopping
Allar fleystu føroyingar fara nokk til Edinburgh í novembur / desembur við tí endamálið at shoppa og tað er eisini væl skilligt. Shopping møguleikarnir eru sera nógvir og fjølbroyttir – Tú finnur bæði kendar handilskedur so sum H&M, Zara, New Look, Urban Outfitters, Bootz, Primark, River Island, Mac o.a , men eisini fittar special handlar.
Princes street er heilt sikkurt staði har vit shoppaðu og vildi avgjørt viðmælt at shoppa har eisini – Eg havi tó hoyrt um onkran, ið hevur koyrt út til ymisk centur at shoppa og tað skal eftir sigandi eisini vera orduliga gott – kanska serliga um tað er keðiligt veður. Tó liggja sum so allar høvðus forattningarnir á Princes Street, ið er høvðus shopping gøtan.
Mínir yndis handlar eru m.a : Primark (Bíligt), New Look (klæðir o.a), TK maxx (Lagursøla) , Zara (Klæðir) , Bootz (sminka) og um tú skalt keypa bomm/ sjokolátu heim við Sainsbury’s .
Tó skal sigast at vit fóru ikki til Edinburgh fyri at shoppa beinleiðis, men hinvegin ein “romantiskan” vikuskiftis túr.
Hvat er at gera ?
Edinburgh er ein ótrúðliga flottur og hugnaligur býur, við hópin av møguleikum – so tú kanst ikki keða teg.
Hóast vit (les eg) høvdu planlagt túrin orduliga væl, gjørt massar av reasearch og roynt at funni tað besta av tí besta, kláraðu vit bara helvtina. Hugnaligu gøturnar í Old Town eru so nógvar at tað er skjótt at gloyma bæði tíð og stað, Princes Street Gardens, Grass market, Princes Street, The Royal Mile, slottið eg kundi blivi við. Hóast hettar var fyrstu ferð eg var í Edinburgh føldist býurin upp á ein ella annan máta heimligur og nemmur at finna runt í. Nakað av tí vit gjørdu var :
Princes Street Gardens
Beint við Princes Street liggur Princes Street Gardens, ein hugnalig park við fantastiska vøkrum utsýni. Keyp tær ein kaffi út við og njót ein hugnaligan gongutúr her, ella uppaftur betri ger tykkara egna lítla picknick.
Edinburgh Castle
í veruleikanum helt eg at slottið er flottari at síggja langt vekk frá enn tá man kemur nærri og ímillum tí stóru fjøldina av touristum. Vit vóru ikki inni í slottinum sjálvum, men umráði rundanum slottið er ótrúðliga vakurt og hugnaligt.
Old Town
Eg kundi gingið fleiri tímar og bara tikið myndir í tí gamla býarpartinum, simpultenn so flott og serstakt. Nú eri eg ikki nakar stórur Harry Potter fjeppari, men dugi væl at síggja hvussu rithøvundurin hevur fingið íblástur til bøkurnar í hesum býarpartinum.
King Arthurs Seat
Stórsta fjalli í Edinburgh við útsýni yvir allan býin. Umleið 1,6 km frá Edinburgh Castle og er tað 250 m høgt. Túrurin niðan á er sum so ikki ringur, men hav góðar skógvar og nakað av kondi krevst, av tí at tað eru sera nógvar “trappur” niðan á. Túrurin tekur c.a 1 tíma hvønn vegin + tíðin tú brúkar uppi á sjálvum fjallinum, so set nokk av tíð av. Avgjørt ein vitjan verd um tú spyrt okkum.
Vit nýttu faktist møguleikan at sova leingi hvønn morgun, gingu nakrar túrar, drukku kaffi, ótu ís og gennerelt bara hugnaðu okkum fyri tað mesta. Tað vit ikki kláraðu hesi ferð, mugu vit bara klára næstu ferð – tí vit eru vís í at vit fara heilt sikkur aftur til Edinburgh!
Matur
Edninburgh hevur hópin av góðum møguleikum tá tað kemur til mat. Aftur her, bæði kendar matstovukedur og so eisini privatar matstovur.
Besta máltíð vit finguð var á Steaks on Stones – ein matstova har tú sjálv/ur grillar títt egna kjøt á einum heitum steini, ið tú fart á borið. Tú fart fleyst sløg av vanligum kjøtið, men so hava tey eisini eitt meira óvanligt slag av kjøt hvønn dag ella tú velur tað sum eitur Mistery Meat, har tú fært ein terning og síðan fart tú eitt ókent kjøt alt eftir hvat tal tú ringlar. Vit ótu t.d vanligt steak (oksakjøt), kenguru og síðan var okkara “mystery meat” Zebra kjøt. Smakkaði alt fantastiskt skal eg heilsa og siga. Avgjørt at viðmæla!
Kendi sjónvarps kokkurin Jamie Oliver hevur eina matstovu tætt við Princes Street, hettar var ein av mínum “MUST” tá vit vóru í Edinburgh av tí at eg elski sjónvarpssendingarnir hjá honum og havi sjálv fleiri av hansara uppskrifts bøkrum. Tá tað so er sagt, má eg tíðanverri siga at eg gjørdist sera skuffa. Vit vóru her eitt leygarkvøld, fóru inn fyrr um dagin at bíleggja borð, men avlíkavæl bíðaðu vit í yvir 1 tíma bara fyri at fáa borið tá vit komu. Ein almenn barr er partur av matstovuni, so tað var sera nógvur larmur og fult hús. Maturin var OK, men ikki fantastiskur. Tó, eg skal ikki siga at eg ikki hevði fari aftur – vildi tó viðmælt at prøva teirra “lunch” tilboð fyrr upp á dagin, tá barrin ikki er so aktiv.
Thailenskur matur tá hann er best. Eitt sera populert stað millum tey lokalu og eg skylji væl hví – best er at bookað pláss áðrenn. Vit vóru um dagin og tað vóru sera nógv fólk, maturin smakkaði fantastiskt og slett ikki dýrt heldur.
Besta stað at keypa ís í Edinburgh og tá man hevur ein mann sum ELSKAR ís, so er hettar sjálvandi eitt must! Ísurin smakkar fantastiskt, caféin er lítil og orduliga hugnalig. Prøva heitt kakao við salt caramel ís <3
Stórar, tjúkkar og luftigar pannukøkur í einum djúpum tallerki, við tí lekkrasta tilhoyrinum tú kanst hugsa tær. Bacon, sirop ella nutella, banan og fløda kann viðmælast. Caféin liggur eitt sindur avsíðis og sær eitt sindur niðurslitin út, men pannukøkurnar smakka so fantastiskt at tað gerð eitt sindur upp fyri tað heila.
Vónandi kann hettar innleggi insperera onkran av tykkum, á tykkara næstu ferð til Edinburgh. Eg vil í øllum førum viðmæla øllum at vitja hendan fantastiska bý, serliga nú tað er so nemt, bíligt og skjótt úr føroyum.
Hevur tú nakrantíð verið í Edinburgh ? Hvat var títt yndis stað/ uppliving ?