HEIMAGJØRT BOUNTY

0c0542_843ac821e81445c2a6ee0cc48b028e98.jpg

Eg elski kokus og sjokolátu, bæði hvør sær og saman. Hesar super lekkru kokuskúlurnar, ikki bara smakka væl, men eru eisini nemmar at gera við bara 3 ingridiensum. Her fært tú uppskriftina :

Tú skalt brúka:
1 bl av kondenseraðari mjólk

240 gr kokus

300 gr kókisjokolátu

Soleiðis gert tú :

1. Blanda kokus og kondeseraða mjólk saman í einum bolla. Forma síðan til smáar kúlur og legg á eina plátu/fat við bakipapír. Set kúlurnar inn í køliskápi í 2 – 3 tímar, ella náttina yvir.

2. Smelta sjokolátu yvir vatnbað og vend kokuskúlurnar í sjokolátuni eina og eina, inntil tær er dekkaðar við sjokolátu. Legg á eitt bakipapír at harna.

Enjoy <3