HEIMAGJØRT HEITT KAKA VIÐ MINT

Ein vakran kavadag sum í dag er upplagt at gera heitt kakao. Maðurin her í húsinum elskar alt sum hevur kombinatiónina sjokoláta/mint, so mint kakao er ein upplagt her í húsinum – serliga tí honum faktist ikki vanliga dámar kakao. Hettar smakkar í øllum førum alvorliga væl, men er nokkso ríkt, so ein uppskrift kann røkka til eini 4 fólk. Kann skjótt gerast ein favorittur hjá bæði vaksnum og børnum.

Tú skalt brúka :

100 g av mint sjokolátu – Aero/After Eight ella líknandi- eg keypti 100 gr av sjokoláta/mint bommun  (Pariser linser ) í blanda bomm frá Bónus og síðan knústi eg tey.

450 ml mjólk

250 ml pískiróma

Piparmint stavar at pynta við (Eg fekk teir á apotekinum í Runavík fyri uml 5 kr.)

Soleiðis gert tú:

1. Koyr sjokolátuna saman við mjólkini og 50 ml av róma í eina grýtu og lat koma upp á kók á lágum hita, meðan tú rørir í soleiðis at tað ikki brennur í botn.

2. Tá sjokolátan er smeltað og tað er vorið nóg heitt, stoyt síðan kakaði í gløs, ið tola hita ella krúss. Píska restina av rómanum og deil í gløsini/kopparnir. Pynta við mintsjokolátu/ knústum mint bommum og einum piparmintstavið.

Enjoy <3