Skons við Blak og appelsin smør
Síðsta vikuskiftið høvdu vit sunnudagsbrunch fyri nøkrum góðum vinkonum í Hanusarstovu. Tað bleiv servera við ymsum lekkrum so sum; Pannukøkum (Sjálvandi), Súrgaðaðri mjólk við Músli, Kæsa, ymsum pylsum, Avocado, Egg, jogurt, morgunbreyð og so hesum lekkru skonsinum við appelsinsmør afturvið.
Tað eru nøkur ár síðan eg prøvaði at gera hesi seinast - minnist at eg fekk uppskriftina frá eini vinkonu úr USA og hevði mestsum gloymt hana burtur aftur. Men so nú ein dagin fór eg knappuliga at munga eftir teimun, kenna tit tað ?
Eg fann eina líknandi uppskrift framm aftur og minnstist nøkurlunda hennara uppskrift, so eg prøvaði meg framm og fyri at siga tað sjálv, so smakkaðu hesi skonsini fantastiskt. Ikki turr og ikki bakipulvur smakk (Kriteriir, fyri at skons smakka væl í mínari verð) .
Keyp Føroyskt
Eg eri byrja at samstarvað við Raska MBM her á blogginum.
Fyri meg er tað sera umráðandi at nýta so nógva føroyska ráðvøru sum til ber tá eg geri mat, so um tað er ein vøra sum fæst føroysk í handlinum so keypi eg altíð hana frammum útlendska. Serliga tá tað kemur til mjólkavørur haldi eg at tað er umráðandi at tað er føroyskt, tí tað smakkar fyri tað fyrsta betri haldi eg og tí at vørurnar eru gjørdar úr mjólk frá føroyskum neytum.
Persónliga haldi eg at tað er púra burturvið at keypa útlendskt tá man kann keypa føroyskt - tað kann gott vera at í summun førum er tað eitt sindur dýrari, men eg haldi harafturímóti at bæði smakkurin og samviskan eru betur, tá eg keypi lokalt.
Sum við øllum øðrum samstarvið her á blogginum, so geri eg bara samstarv um eg haldi at tað er eitt gott match og nakað eg persónliga hevði brúkt, hóast tað ikki var nakað samstarv. Í hesum førum er einki at yvast í, tí vit nýta framanundan hópin av vørum frá MBM hvørja tí einastu viku. Meiningarnar eru framvegis bara mínar egnu og eg geri sjálv av hvørjar vørur eg velji at nýta her á blogginum. So tit sum lesarir koma ikki at merkja nakran serligan mun, uttan tað at tit møguliga fáa eitt sindur fleiri uppskriftir - men tað bilar ikki ha ?
Her fáa tit uppskriftina upp á skons
Tú skalt brúka:
3 koppar av Mjøl
1/3 kop av sukur
2 1/2 tsk av bakipulvur
1/2 tsk av natron
lítið sindur av salt
200 gr av køldum Føroyskum smøri
1 kop av Blak (Kyrnumjólk)
50 gr av turkaðum tranaberum
Rivi skal frá einari appelsin
Saft frá appelsin
1 spsk bóndamjólk
Soleiðis gert tú
1. Blanda mjøl, sukur, bakipulvur, natron og salt saman í einum stórum bolla.
2. Sker smøri í smáar bitiar og elt tað í saman við tí turra tilfarðinum til tað gerst mjølvut.
3. Rør síðan Blak í varliga til deiggi er komi saman.
4. Rør síðan tranuber og appelsinskal í.
5. Stroy eitt sindur av mjøl á borið og koyr deiggi á. Deil deiggi í tveir líka stórar partar.
6. Forma hvønn part til ein passaligan runding og sker í 6 líka stórar tríkantar hvør - Eg brúkti eina kakurullu bara líka at pressa deiggi eitt sindur, men tú kanst eisini bara búka hendurnar.
7. Legg á eina plátu við bakipapír, við eitt sindur av plássið ímillum hvørt.
8. Pensla síðan skonsini við mjólk og appelsinsaft rørt saman, áðrenn tí koyrir tey í ovnin.
9. Bakað á 200 gradum í 15 - 20 minuttir ella til tú sært tey eru klár.
Appelsinsmør:
Mosa 50 gr smør, eitt sindur av appelsinsaft og rivi appelsin skal væl saman, til tað er kombinera og servera tað saman við skonsinum. Tú avgerð sjálv/ur hvussu nógv tú vilt hava tað at smakkað av appelsin og hvussu flótandi tað skal vera.
Vælgagnist <3