1 2 3 BANAN KAKA

IMG_2354.jpg

Eg havi ikki orduliga verið í stødinum til at bakað í seinastuni, men tá vit so fingu gestir bæði í gjár og í dag, helt eg at eg heldur mátti finna upp á okkurt. Eg brúki sjálvdan nakra uppskrift tá eg baki, so tað gjørdi eg heldur ikki hesu ferð – eg átti eitt sindur av jogurt sum var við at ganga út, nakrar yvirbúnaðar bananir og alt ov nógv egg, so tað gjørdist útgangspunktið – kakan smakkaði faktist yvirraskandi væl og bleiv spugd um uppskrift beinanvegin í gjár, so eg deili hana við tykkum her eisini. Uppskriftin røkkur til tveir lítlir breyð/sandkaku formar og báar kakurnar nýtast ikki at verða akkurát líka.

Eg bakaði eina við dadlum, har eg rørdi dadlurnar í deiggi í forminum áðrenn hon fór í ovnin og so hesa við ongum dadlum, men sjokoláta glasur.  Báar smakkaðu væl, men persónliga helt eg at tann við dadlum var meira ómakaleys, einkul og løtt at taka við sum eitt nú miðmálið ella líknandi.

Kakan hevur einki sukur í og um eg fái vitjan sum hevur lactose allergi brúki eg laktosefrítt jogurt í staðin.

Tú skalt brúka:

  • 1 kop av mjøl

  • 1 kop av havragrýn

  • 1 tsk vaniljusukur

  • 2 tsk bakipulvur

  • 1 kop av jogurt (neutral, pera/banan, súrróma, kyrnumjólk ella øðrum tú eigur inni)

  • 2 egg

  • 1/2 kop av matolju

  • 1 sspsk av Peanut butter

  • 3 mosaðar bananir

Soleiðis gert tú : 

  1. Rør alt tað turra tilfarið saman

  2. Rør síðan restina í til tað gerst ein jøvn blanding – um deiggi er ov tjúkt kanst tú koyra eitt lítið sindur meira jogurt ella bara vatn í.

  3. Bakað á 185 gradir í c.a 30 min ella til kakan sær bakað (gul/brún) út omaná.

  4. Tá kakan er kólna eitt sindur koyrir tú eitt sindur av sjokoláta glasur (flourmelis, kakao, kaffi/kókavatn) omaná og eitt sindur av hakkaðum mandlum at pynta við ella tú etur kakuna sum breyð við eitt sindur av smyrji sjokolátu omaná.

Enjoy <3

IMG_2357-768x1152.jpg