HØSNARUNGA RÆTTUR VIÐ KOKUS
Heima hjá okkum elska vit at eta mat úr øllum matmentanum, serliga er tað indiskur og thailendskur matur, sum gagnast okkum væl. Ein av okkara yndis rættum er hesin “Indiski høsnarunga rætturin við kokus” frá mariavestergaard.dk .
Eg havi broytt eitt sindur upp á uppskriftina, soleiðis at hon passar betri til okkum, men grunduppskriftin er tann sama. Marie Vestergaard er heilt sikkur ein av mínum yndis mat bloggarum og uppskriftirar hjá henni eru altíð líka lekkrar og lættar at fylgja.
Tú skalt brúka :
500g høsnarungabringu
2 várleykir
2 fet hvítleyk
1 dl kokosmjøl
1 reytt chilli
5cm frískt ingifer
1tsk kanel
1 tsk spidskommen
1 tsk nellikar
1 tsk karamummur
Høsnarunga bullionterning
2,5 dl kokosmjólk
4 dl vatn
Olivenolju at steikja høsnarungan í .
Verður servara saman við chilli, várleyk, kokus og peanuts/cashewnøtum.