MEIRA AV TÍ GÓÐA

IMG_3080-2.jpg

Síðsta vikuskiftið vóru eg og John á Hotel Føroyum, summi tykkara fylgdu kanska við á instagram hjá @meiraavtigoda ?

Hóast vikuskiftið var í samstarv við “Meira av tí góða…” kortið, so er hettar ikki eitt ókent fyribrygdið fyri okkum bæði at fara á hotel í Føroyum – faktist hava vit havt tað fast einaferð um árið líka síðan vit komu saman.

IMG_2384.jpg

Vit hava sett okkum tað fyri, tí at ofta hevur dagligdagurin tendens til at blíva ein rutina, eg veit ikki um tit eisini kenna til hettar her ?

Men at hvør einasti dagur gongur við at man fer upp um morgunin, øll gera seg klár, eta (viðhvørt tá man hevur tíð), koyra í barnagarð, fara til arbeiðis, heinta í barnagarð, keypa inn, gera døgvera, fortelja søgu og spæla eina løtu, leggja børnini at sova, rudda, vaska klæðir, uppvask, støvsuga, meira klæðir …. og so Netflix&chill fyri rest.

Í vikuskiftinum sær eitt sindur annaðleiðis út, tá hevur í øllum førum annar av okkum frí og ofta eisini bæði. Men tá skal man ofta náa alt tað, man ikki hevur fingið gjørt í vikuni, føðingardagar o.a. + Nú hava vit sett okkum fyri at hvønn sunnudag hava vit familjutíð.

Vit fella ofta bara í hettar her, at vit gera tað sama dag inn og dag út – ikki tí vit beinleiðis vilja tað, men soleiðis blívur tað bara.

IMG_3218.jpg

Men síðsta vikuskiftið fekk okkum at hugsa eitt sindur, hví brúka vit egentliga ikki meira tíð upp á tað góða?

Her meini eg ikki bara “meira av tí góða”, men gennerelt eisini tað góða í gerandisdegnum.

Eitt petti av kaku aftur við kaffinum, so kann slankikurur verða slankikurur! Ein túr út at ganga túr saman áðrenn døgurða, bilar tað nakað um døgurðin er eitt sindur seinni viðhvørt ella um vit bara eta breyð inn í millum ?   Hvat við at bjóða familjuni til døgurða/náttvera ein gerandisdag uttan at hava nakra serliga grund ? Steðga á hjá eini vinkonu á veg heim frá arbeiði ? Spæla borðspøl við børninum og útseta songartíðina 20 minuttir ? og eg kundi blivi við …. Hví gera vit egentliga ikki alt hettar ? Er tað tí at vit MUGU hava fastar rammir hvønn dag fyri at fungera ella er tað tí at gerandisdagurin er blivin so inngrógvin í okkum, at vit klára ikki at bróta rútmuna ?

Eg haldi virkuliga at viðhvørt gloyma vit púrasta at njóta tær góðu løturnar, tí vit hugsa ov nógv um tað vit skulu náa, tað sum ikki er blivi gjørt og tað sum man sær.

IMG_2077.jpg

Serliga sum par og hjún, so hava vit ein tendens til at taka hvønn annan fyri givið, dagligdagurin gerst sera einstáttaður og tær fleystu samtalurnar snúgva seg um hvat vit skulu keypa inn ? Hvør tekur uppvaski ? Hvat hendi í barnagarðinum ? Hava vit nú minst til at givi djórinum eta og drekka ? Kanst tú líka støvsuga, so taki eg uppvaski ? og tá børnini so ikki sova um náttina gerst heilt galið!  osf… Ella er hettar bara heima hjá okkum ?

Vit bæði vóru einaferð á einum hjúnarbandsskeiði, har tað bleiv tosa um hvussu umráðandi tað er at seta hjúnarbandi og hvønn annan í hásæti. Tí um hjúnarbandið ikki er í fremstu røð og vit sum einstaklingar ikki føla okkum nóg væl vird, prioriteraði og elskaði, so hava vit heldur ikki so nógv at geva av – eitt hjúnarband má pleygast og hjúklast um, fyri at blomsta. Tað bleiv samanlíkna við eina kannu av vatnið – Fyri at kannan skal kunna stoyta í fleiri gløs, má hon jú sjálv fyllast upp fyrst ikki so ?

Um eitt hjúnarband verður røkt og prioritera, so fungerar familjulívið av sær sjálvum eisini betri – hettar er í øllum førum okkara erfaring.

IMG_2623.jpg
IMG_2934.jpg

Hvussu røkja vit so hjúnarbandið ? Eg kann sjálvandi bara tosa fyri okkum og okkara hjúnarband og veit ikki um tað er líka fyri øll, men grundreglarnir munnu verða teir somu.

Fyri okkum er tað at fara á hotel og út at eta balsam fyri hjúnarbandið. Ikki bara tí tað er lekkurt við eitt sindur av sjálvforkelilsi, men tí at tað setur okkum í eina støðu har vit eitt ella annað stað eru noydd til at tosa saman og brúka tíð upp á bara hvønn annan, uttan at gerandisdagurin kemur ímillum. Við at sova á hotel, órógva uppvask, skitin klæðir, støv, matgerð, ting sum skulu gerast í ordan, innkeyp osv. av sær sjálv ikki, tí vit eru jú ikki heima. Við at fara á eina matstovu og eta, er tað ikki bert sjálvur maturin, ið er tað góða, men øll upplivingin í sær sjálvum – fyri tað fyrst at fáa heitan mat ! At vit sita tætt yvirav hvørjum øðrum, leggja telefonirnar burtur og tíðskil vera noydd til at hava eina samtalu, sum, sum oftast endar við at varða í fleiri tímar, uttan at vit yvirhøvur vita av tí. Vit hava stundir til at spákað okkum ein túr ella bara fara á hotellið og sova eina heila nátt. At fara í bað, hava tíð at raka bein og ikki minst slappa av, tað gevur orku. Tit vita hvat eg meini ?

Fyri okkum er hettar umráðandi, um so bara einaferð um árið, men helst meira.

At børnini sova hjá ommu og abba ella onkrum øðrum tey eru trygg við eitt vikuskiftið inn í millum taka tey ikki skaða av. Og at tað so inniberð at vit sum foreldur hava meira orku og meira at geva av tá vit koma heim aftur, so er tað heilt sikkurt ein “win win” situatión.

 

IMG_2924.jpg
IMG_2175.jpg
IMG_2850.jpg

“Men tað kostar so nógv” ella “tit kunnu sagtans” – eru setningar eg hoyri ofta tá vit tosa um hettar. Til tað havi eg bara eitt at siga, tað er ein prioritering. Vit seta pengar av hvønn mánað inn á eina konto sum er til okkum, hettar eru pengar sum vit hava sett til síðis í fleiri ár og tað er egentliga ikki so nógv um mánaðin.  Um vit eitt nú siga at tað er 200 kr í part, so blívir tað hóast alt til 400 kr um mánaðin og 4800 kr um árið. Eitt “sveimandi vikuskiftið” á Hotel Føroyum kostar 1500 kr við morgunmatið og sjálvtøkuborð fyri tvey á Gras og so tað er egentliga ikki so ringt at spara upp til. (Hettar í vetrarmánaðunum sí tilboði her: http://hotelforoyar.fo/vikuskiftistilbod/)

Ella man ynskir sær eitt gávukort í jólagávu, føðingardagsgávu, brúðargávu osv. so hevur man jú eisini møguleikan.

IMG_2021.jpg

Vit eru í øllum førum sera glað um og góð við hesa traditiónina í okkara hjúnarbandið og vóna at árið í ár ferð at bjóða upp á enn fleiri góðar upplivingar saman, bæði sum bara hjún, men eisini sum familja.

“Meira av tí góða”  í 2018- Takk <3