SJOKOLÁTA/FERSKEN SVANS

IMG_2064.jpg

Vit bjóðaðu spontant fólkið til døgurða í gjár, tað var egentliga ikki orduliga meiningin at gera nakað serligt nú eg akkurát eri komin heim, men bestemmaði meg so í síðstu løtu avlíkavæl. Vit áttu fleskasteik í boksini, so svigerforeldrini, omma John og omma & abbi í Æðuvík blivu boðin til døgurða. Men so var tað tað, eg hevði gloymt at keypt okkurt omaná, nokkso typiskt eg fyri at vera erlig – eg ætlaði at bakað eina kaku, men so orkaði eg ikki avlíkavæl. Tó havi eg eina uppskrift sum eg altíð vendi aftur til tá eg havi skund, fái spontanar gestir ella havi gloymt okkurt omaná. Hendan uppskriftin hevur tilfarð eg so at siga altíð eigi okkurt inni av og um ikki, so fær man alt í eini kiosk. Hon smakkar eisini altíð líka væl og imponerar hvørja ferð!

Tú skalt brúka:

  • 2 pk róma

  • 1 pk rutubilar

  • 1 blikk av fersken

  • 2 – 3 sløg av sjokolátu

IMG_2066.jpg

Soleiðis gert tú :

Píska róman til hann gerst tjúkkur. Knúsa rutubilarnir og píska teir í saman við rómanum. Hakkað sjokolátuna og fersken í smáar munn bitar og rør í. Pynta við eitt sindur av sjokolátu og set í køluskápið til tað er klárt at eta.

Egentliga er hettar bara uppskriftin eg brúkti hesu ferð – tú kanst brúka júst tað tú eigur inni ella hevur hug til. Rutubilarnir kunnu saktans skiftast út við digestive, sjokolátakeks ella marengs, fersken kann gott vera onkur onnur frukt og sjokolátan eisini 🙂

Vælgagnist <3

IMG_2071.jpg