#AVGØRÐUMÁFERÐ- AIRBNB Í HÓSVÍK

IMG_3365-1024x683.jpg

Síðsta vikuskiftið vóru eg og John í brúdleyp í Hósvík og vit gjørdu ikki matari enn at bookað okkum eitt airbnb neyst leygardagin og sunnudagin! Hettar vísti seg at vera eitt tað besta hugskotið vit hava havt í longri tíð, eg føldi meg mestsum sum eitt heilt nýtt menniskja aftaná at hava nýtt 2 dagar við frið, ongum húsligum arbeiði, góðum veðri og inspererandi umhvørvi.

Eg má viðganga, at grundin til at eg  valdi at fara tíðliga til Hósvíkar leygardagin, var at eg faktist mátti arbeiða eitt sindur á telduni og eg eri sera glað fyri at eg valdi at gera tað í einum lekkrum neysti fyri meg sjálva, heldur enn heima. Ein sovarin rúgva kom burtur úr, at eg enntá gjørdi ymiskt, sum egentliga gott kundi bíða eitt lítið sindur enntá. SO lekkurt at hava góðar umstøður, ikki tí eg ikki havi tað heima, men eg havi ein tendens til altíð at blíva distrahera av húsligum pligtum sum rópa á meg tá eg arbeiði heimaní frá – kenna tit til tað ?

Neysti vit leigaðu finnur tú her : https://www.airbnb.com/rooms/24888468?location=Hósv%C3%ADk%2C%20Færøerne&s=5OY3rRN3

IMG_0263-1024x683.jpg

Hvussu idylliskt er hettar ikki ? Eitt airbnb neyst! Persónliga haldi eg hettar er simpultenn so kul bæði konsepti og sæ í síni heild – tá man so kemur inn verður man heilt tikin av bólið yvir hvussu lekkurt tað er. Júst tað vit bæði høvdu brúk fyri akkurát nú, eina nátt við svøvnið allan vegin ígjøgnum og ikki at tala um at sleppa at sova leingi, simpultenn so lekkurt. Fyri nøkrum árum síðan vildi eg ikki trúð tí, at lukkan var at sova – men aftaná at hava fingið barn í húsið, lærir man nokkso skjótt ikki at taka svøvn fyri givið. Fyrr í ár vóru vit eitt “Meira av tí góða vikuskiftið” og tá lovaðu vit at gera hettar við at njóta løturnar og meira av tí góða, meira – vit royna at hanga í og njóta tað, summar tíðir, meira enn aðrar. MEN eitt er vist – tað skal haldast viðlíka.

IMG_3361.jpg
IMG_3380-1024x683.jpg
IMG_3350-1024x683.jpg
IMG_0202-1024x683.jpg
IMG_0198-768x1152.jpg
IMG_0172-1024x683.jpg

Egentliga gjørdu vit ikki so nógv annað enn at eg arbeiddi eitt sindur, vóru í brúdleyp, fóru forholdsvís tíðliga í song, svóvu leingi, góðu okkum góða tíð og bara nýttu tað at slappa av. Nú er tað so at John er úr Hósvík, so vit kundu sagtans bara fari niðan til foreldrini hjá honum at sovi, men tað er eitt sindur lekkrari at fara í sítt “egna” til tíðir og ikki hava nakran ella nakað annað at hugsa um.

Seinni sunnudagin fór John tó eftir “didduni” og vit gingu okkum ein lítlan túr, kastaðu steinar og ótu matpakkað (keyptur í Magn) úti.

IMG_3403-1024x683.jpg
IMG_3397.jpg
IMG_3380-1024x683.jpg
IMG_3411-1024x683.jpg
IMG_3413.jpg

Hettar er bestemt ikki síðstu ferð vit leiga okkum hettar neystið – umstøðurnar eru í top, alt er nýtt og lekkurt, vertirnir góðir og einki at seta fingurin á yvirhøvir. Fyri at vera erlig so eru sengurnar har nokk meira behagiligar at sova í enn okkara heima. Skvøtli frá aldunum uttanfyri, útsýnið niðan á fossin og frálíku umstøðurnar til bæði børn og vaksin rundanum gera at vit allarhelst fara at lokkað onkra aðra familju við næstu ferð, so vit kunnu hava tað sum eina familju útferð.

Ikki tí – eg eri alvorliga freista at leiga tað til mín sjálvs at arbeiða í inn í millum. Hvør veit um tað ikki verir ?

Hava tit nakrantíð roynt airbnb í Føroyum ?

Í øllum førum kann tað viðmælast  – ein nemmari, bíligari og minst líka lekkur loysn, um man bara líka hevur tørv á einum andarúmið frá dagligdegnum.