Hvat so nú ?

IMG_1188.jpg

Nú er nakað meira enn ein vika síðan vit høvdu gleði boð at deila við tykkum og eg má siga 1000 takk fyri allar tykkara fittu viðmerkingar, boð og hjørtur. Eg bleiv so rørd sunnukvøldið at faktist var eg noydd at leggja telefonina frá mær fyri kvøldið, tí annars fór eg bara at gráta. Tit eru virkuliga nakrir fantastiskir fylgjarir tað má eg siga, og hóast eg ikki havi sett meg at svara einum og einum aftur, so havi eg nú lisið ígjøgnum allar viðmerkingarnar <3

Sum nevnt í fyrra innlegginum, so hava seinastu mánaðirnir verið fyltir við kenslum! Kenslum, sum vit hava havt orduliga ringt við at seta orð á, ókendum kenslum, upp og niður túrum, sjokk, gleðistárum, kenslum av ótta, forvirrandi kenslum og mest av øllum kensluni av at vit veruliga eru vælsignaði.

Tað eru mong sum hava spurgt hvussu vit hava borið okkum at, fyri at tað enduliga skuldi eydnast okkum at gerast við barn? Hvat hava vit gjørt annaðleiðis? Hava vit verið upp á nakran kur? osv…

Men eg má erliga viðganga at vit hava also EINKI gjørt annaðleiðis - okkara dreymur um at fáa okkara egna barn var langtsíðan sleptur og vit høvdu sligi okkum til tols við, at hettar fór nokk ongantíð at henda.

Kurar, vitaminir, heilsuvenjingar o.a. bleiv alt lagt á hyllina fyri 2 árum síðan og fyri at siga sum er so hava vit egentliga ikki eingongd hugsa nakað serligt um baby síðan avgerðin at gevast við at royna bleiv tikin.

Fyri at vera púra erlig, so havi eg nokk sjálvdan drukki so nógv kaffi, stressa, sovi so lítið og fura runt so nógv sum fyrsta hálv ár 2019 - júst tað ein ikki skal, um ein roynir at gerast við barn eftir bókini. Við einum lívið sum sjálvstøðug vinnurekandi, fosturforeldur og bóndi afturat, so er ikki nógv tíð til yvurs til nógv annað.

Tað var eftir eina skurðviðgerð í fingrinum, at eg bleiv við at vera illa fyri og spýggja - uttan at læknarnir dugdu at síggja nakað samanhang ímillum fingurin, heilivágin og mína heilsu. Eg bleiv spurgd av eini sjúkrasystir um eg nú var sikkur í at eg ikki var við barn?! Hartil eg svaraði (kanska eitt sindur háandi, tí vit hava fingið spurningin túsun ferðir fyrr og tað hevur altíð sagt tað sama) JA eg eri heilt sikkur, tí vit kunnu ikki fáa børn!

Læknarnir komu til tí niðurstøðu at allarhelst toldi eg ikki heilivágin eg fekk og bóðu meg gevast við honum, fyri síðan at koma aftur vikuna eftir, um tað enn var sama skil. Men beint áðrenn eg fór avstað, bað sjúkrasystirin meg líka taka eina graviditetstest áðrenn eg ringdi aftur, tí hon helt also at eg gott kundu vera við barn - sum hon segði “Undur henda”.

Eg føli næstan sum um at eg skyldi hesi fittu sjúkrasystir eitt umskylda, tí eg allarhelst havi verið eitt sindur irritera hendan dagin á Klaksvíkar sjúkrahúsið - bæði tí eg spýði beint áðrenn eg kom inn, tí eg var illa fyri og tí eg aftur nú mátti til at forklára at vit also ikki kundu fáa børn osv. Tað var als ikki illa meint í øllum førum. Fyri at enda søguna, so bleiv eg einki fragari, heldur hinvegin bara verri fyri og tók hendan vælsignaða test áðrenn eg skuldi til at ringja á sjúkrahúsið vikuna eftir. MEN testurin, sum eg var heilt vís í var negativur, vísti seg at vera positivur - faktist trúði eg tí ikki og skrivaði bara eini boð til John um at keypa ein test afturat á veg heim tí har var okkurt galið við tí eg hevði tikið. Tað skuldu líka 3 test og 2 skanningar til áðrenn vit veruliga trúðu tí.

At eg í dag siti í viku 23, við einum at síggja til heilt perfektum sprellibassa í búkinum er veruliga eitt undur, sum vit eru æviga takksom fyri,

Eg helt faktist ongantíð eg fór at siga hettar, men tað hevur á ein ella annan hátt broytt meg nakað sum persón - í øllum førum mína tankagongd og tempo. Eg havi lært meg at slappa meira av, ikki altíð taka tingini so alvorligt, stressa minni og innsæ tað, at eg klári ikki alt! Kroppurin hevur verið óførur at sagt frá, um tempoði hevur verið ov høgt og heilsan tað sama. Nú eg ein púra vanligan mánadag siti undir dýnuni og skrivi blogg innlegg, føli eg ikki at tað er tí eg eri dovin, men tí eg ikki longur bara havi meg sjálva at hugsa um. Eg eri enn aktiv í gerandisdegnum, tað eg orki, men dugi eisini betur at lurta eftir kroppinum og insíggja at viðhvørt havi eg brúk fyri hjálp. Eg taki ein dag í senn, royni at taka minni uppá meg og havi aftur funni gleðina í at bara sita niðrið og skriva innlegg - ein fínur máti at slappa av uppá.

Men hvat so nú ? Tað er spurningurin!

Tí frá at hava verið lívstílsbloggari, íverkseti, bóndi og fulltíðar kreativ - byrjar ein heilt annar kapitul av okkara lívið. Ein kapitul við ikki bara einum, men tveimun børnum - lívið sum barnakona, sum ikki longur orkar og kann alt tað eg havi, lívið við einum nýføðingi tað hava vit heldur ikki roynt fyrr.

Eg havi tikið eina avgerð um, at eg fari í barsil í Januar ella tá tíðin kemur - felagið verður ikki niðurlagt, men tað verður í høvðusheitum maðurin John og møguliga eitt starvsfólk afturat, ið koma at reka felagi. Plakatirnir vera sjálvandi at finna kring landið og vónandi klári eg at lancera onkra nýggja vøru áðrenn jól eisini. Bóndalívið kann ikki fara í barsil, men tað má umskipast eitt sindur, tí eg klári ikki at renna á fjall osv. í núverandi støðu, men satsi sterkt upp á at klára at taka mær av lembingini í apríl 2020, um tað so verir við einum barnið í berisela (Sigi eg nú). Project hjallur/studio, ið er ein byggiverkætlan vit hava koyrandi í løtuni, er blivin eitt sindur seinkað - tí nú mugu vit hava eitt eyka kamar uppi á loftinum eisini.

Men alt í alt so rokni eg also ikki við at eg klári at vera 100 % í barsil frá Olafsdóttir, tí havi eg eisini planir um at bloggurin skal fáa eina prioritering aftur - tí hettar er hóast alt grundarsteinurin undir Sp/f Olafsdóttir, hóast tað ikki er bloggurin sum á nakran hátt betalur mína løn. Bloggurin er ein frístaður, sum eg altíð komi aftur til - kanska serliga nú eg ikki fái gjørt líka nógv annað. Meðan innihaldi á blogginum kanska kemur at skifta eitt sindur nú, so vóni eg at góðskan og erligheitin koma at vera tann sama. Vónandi tíma tit framhaldandi at fylgja við og hvør veit? Møguliga leggjast fleiri afturat ?

Tí er mín spurningur til tykkum : Hvat so nú ?

Hvørji evni høvdu tit hildi verið áhugaverd at lisið um á blogginum?

Grandisdagurin ? Barsilslív? Lívið sum mamma? Ummæli? Viðgongutíðin? #avgørðumáferð? Gerandismatur ? Gestabloggarir? Ynidisvørur hendan mánaðin ? ella hava tit okkurt annað gott hugskot?

Eg gleði meg at hoyra frá tykkum og eg gleði meg eisini til komandi árið, ið heilt sikkurt kemur at vera spennandi, gevandi og strævi alt í senn <3