Mín besta uppskrift - Morgunmatar pannukøkur

IMG_7124.jpg

Hendan uppskriftin er uttan yva, tann mest brúkta her í húsinum. Vit elska at eta pannukøkur til morgunmat og gera tað í øllum førum einaferð um vikuna - onkuntíð bara vit, lítla familjan, meðan aðrar tíðir bjóða vit til pannukøkugildið leygarmorgun.

Faktist so yvaðist eg ikki í, at hendan uppskriftin longu var á blogginum, tí heilt erligt, vit brúka hana altíð! 🙈 Eg havi eisini sagt við fleiri sum biða um hesa uppskrift, um at bara fara inn á bloggin, so finna tey hana - UPS! So til øll tykkum, umskylda - tað eru ikki tit sum ikki duga at leita, tað eri eg sum havi verið for sløv.

Her fáa tit hana so - mína bestu uppskrift, sum riggar hvørja ferð. Tjúkkar, lekkrar og saftigar morgunmatar pannukøkur, okkara yndis morgun matur og so nemmar at gera at enntá John dugur uppskriftina uttanat eftirhondini - eftirsum vit royna at skiftast um at fara upp fyrst í vikuskiftinum.

IMG_7070.jpg

Hvat er so loyndarmálið til góðar morgunmatar pannukøkur ?

Fyri mítt viðkomandi - Okkurt slag av súrgaðari mjólk : Hvíti, súrrómi, kyrnumjólk ella jogurt. Favoritturin er at nýta hvíta, men um eg ikki eigi tað inni, so verður tað eitt av hinum. Hettar fær pannukøkurnar góðar hvørja ferð.

Tú skalt brúka :

1 rokaðan kop av mjøl

1 tsk bakipulvur

1 tsk vaniljusukur

eitt lítið sindur av salt

1 kop hvíta

1 egg

1/2 kop mjólk

1 stóra skeið av smør

1 stóra skeið av matolju

Soleiðis gert tú :

  1. Rør alt tað turra tilfarið saman fyrst

  2. Koyr hvítan í tað turra tilfarið, rør síðan eggi og mjólkina saman í einum koppi og stoyt tað í eisini, og rør alt tilfarið saman.

  3. Smeltað smør og olju á pannuni. Stoyt í deiggi og rør alt saman.

  4. Bakað pannukøkurnar á eini pannu á miðal hita, 3 hvørja ferð - Vend tá tú byrjar at síggja smáar boblur í deigginum.

Í videonum niðanfyri sært tú hvussu vit hava gjørt, í videonum hava vit gjørt tvær portiónir, tí vit fingu gestir til morgunmat. Men vanliga røkkur ein portión til okkum 3 her í húsinum til morgunmat.

Afturvið/omaná hava vit vanliga okkurt søtt, so sum sum syrop, sjokolátu, karamel, syltutøj, jarðberð o.a okkum dámar.

Eg og John gera eitt lítið sindur ymiskt, hansara pannukøkur gerast ofta eitt sindur tynnri, men tað er tí hann brúkar eitt sindur meira mjólk.