BLACK BEAN BROWNIES – GLUTEN OG LACTOSE FRÍAR

Black beans, gluten & lactose frítt, er nokk ikki orduliga tað slagi av uppskift eg leggi mest út á bloggin. MEN tá tað so er sagt, má eg veruliga eisini siga at hettar eru mínar nýggju yndis brownies uttan yva! Ikki bara eru tær sunnar, við bara 130 calorium hvør, men tær smakka barasta so væl og halda sær góðar leingi. Uppskriftina havi eg fingið frá nøkrum útlendingum, ið hava verið og vitja seinastu vikurnar og havi fingið loyvið at deila hana við tykkum. Eg kann erliga inrømma at eg var eitt sindur skeptiskt tá eg fekk hesar serveraðar fyrstu ferð og var eg skeptisk, var maðurin ikki minni skeptiskur. Tó so, sjálvandi vildu vit gjarna prøva tær og blivu so mikið positivt yvirraskaði at vit fingu okkum uppá aftur tallerkin, tí tær smakka veruliga av meira. Her fáa tit uppskriftina :

Tú skalt brúka :

1 blikk av Black beans

2 egg

3 sspsk. kokos olju

3/4 kop (75g) kakao pulvur

1/4 tsk. havsalt

1 tsk vanilju extract

100 g sukur

1 1/2 tsk bakipulvur

Myrka sjokolátu og valnøtur hakkað í smá pettir. (valfrítt)

Soleiðis gert tú:

1. Reinsa og síla bønurnar við køldum vatnið, set at torna eitt sindur.

2. Set ovnin at hita á 175 gradir.

0c0542_45dec6bd7c8f4180ba9e0f5f022cc762mv2_d_2047_2048_s_2.jpg

3. Smyr muffinsformin (til 12 portiónir) við smør ella øðrum . Um ikki tú eigur ein muffinsform/skuffu, kanst tú eisini brúka teir vanligu muffinsformarnir.

4. Blenda bønurnar væl og rør síðan alt tilfarið væl saman í einum bolla.

5. Koyr síðan í muffinsformin og dryssa við hakkaðari sjokolátu og valnøtum.

6. Set inn í ovnin og bakað í 20 – 26 minuttir, intil tað sær turt út omaná og kantarnir byrja at loysna.

7. Lat kølna í c.a 30 minuttir áðrenn tú koyrir tær úr forminum ella njót tær heitar saman við eini skeið av ís 

Enjoy <3