“EG ELSKI TEG” – SJÓKOLÁTA KØKAN!

2017-02-11-21.59.42-1024x1024.jpg

Eg elski sjokoláta køku! Serliga um hon er í tyngra endanum og helst við eyka sjokolátu í, so sum mini egg, smartis, m&m ella okkurt líknandi. So kom eg í tankar um, hví ikki bara gera eina sjokoláta køku við øllum ?!

Úrslitið bleiv til hesa “Eg elski teg” sjokolátakøkuna – navnið kemst av at tað var tað fyrst maðurin segði aftaná at hava fingið sær ein být av henni. Eftirsum tað er Valentines dagur í dag, haldi eg gott vit tola eitt sindur av cheasy romantikki eisini ha? hehe <3

So um tú vilt gleða mannin, børnini, bindiklubbadamurnar, foreldrini ella kanska starvsfelagan í dag – hvat við at gera teimun eina lekkra sjokoláta køku? Eisini hóast tú heldur at Valentines er nakað fjas, so er einki sum sigur “eg elski teg” sum heimagjørd sjokolátakaka, ella opinlýst ?!

 

Her fært tú í øllum førum uppskriftina.

 

Tú skalt brúka : 

225 gr smør

400 gr Farin/ putursukur

2 egg

1 tsk vanilju ekstrakt

1/2 tsk salt

2 stk bakipulvur

225 gr mjøl

65 gr kakao pulvur

250 – 300 gr blandaðari sjokolátu (m&m’s, mini eggs, smartis, mini smartis)

 

Soleiðis gert tú: 

 

  1. Set ovnin á 180 gradir.

  2. Píska farin og smør inntil tað gerst bleytt. Píska síðan eggini og vanilju ekstrakt í.

  3. Í einum øðrum bolla blandar tú mjøl, bakipulvur, kakao pulvur og salt væl saman. Píska síðan hettar í saman við restini, eitt sindur í senn.

  4. Knúsa Minieggini og M&M’s c.a 200 gr eitt sindur og rør tað síðan í deiggi. Deiggji er orduliga tjúkt og tað skal tað verða.

  5. Koyr síðan bakipapír í eina miðalstóra skuffu/fat, koyr deiggi í og javna tað væl út – Eg plagi at koyra bakipapír omanyvir fyri at slætta tað út við hondini, fyri síðan at taka tað ovara bakipapíri av aftur áðrenn køkan ferð í ovnin. Stroy síðan mini smartis ella restina av Mini egg/ M&M’s oman yvir og  set køkuna mitt í ovnin at bakað í 25 minuttir – hon er enn eitt sindur bleyt tá tú tekur hana úr, men hettar blívur í ordan tá hon er kølna.

Smakkar væl í sær sjálvum ella heit við eitt sindur av vanilju ísið afturvið.

 

Vælgagnist  <3

 

2017-02-11-21.54.31-819x1024.jpg