FERSKEN SALSA

0c0542_d493536181f24c219d195ce5ca97ab06mv2_d_1334_1334_s_2.jpg

Vit ótu mat pannukøkur til døgvera í gjár og ein av mínum heilt stóru favorittum afturvið er fersken salsa. Fersken salsa er bæði søtt, súrt og eitt sindur sterkt, so tað fær nógvar smakkisanir í gongd. Eg fekk insperasión til hesa uppskriftina tá vit høvdu gestir úr USA á vitjan, tey vildu fegin gera døgvera eitt kvøld, men funnu ikki tað salsaði tey skuldu brúka í nøkrum handli í Føroyum, so vit fóru at leita á netinum fyri at vita um vit funnu onkra uppskrift sum lýktist tí. Tað vóru sjálvandi hópin av uppskriftum, men ikki orduliga nøkur við tilfarið, ið fekst í føroyum, so vit prøvaðu okkum bara framm við tí vit áttu inni og hettar gjørdist úrslitð. Tú gert sjálv/ur av hvussu sterkt salsa tú vilt hava, tó skal eg líka viðmerkja at eg geri tað kanska í tí miðal/sterka endanum, men um tú ynskir tað mildari koyrir tú bara minni chilli og cayenne pipar í.

Tú skalt brúka : 

1 miðalstóran reyðleyk

hálva grøna piparfrukt

1 stórt chilli ella 4-5 mini

1/2 lime

3 fersken í sukurlaka (Eg plagi at keypa eitt lítið blikk)

1 tsk cayenne pipar

1/2 tsk salt

Soleiðis gert tú:

Hakka piparfrukt, reyðleyk, fersken og chilli(við korninum) í smár bitar.

Blanda alt saman við cayenne pipar, salt og lime í eina miðalstóra skál.

Longri tað stendur og trekkjur, betri gerst tað – so um tú gert salsaði 1-2 tímar áðrenn tú skalt brúka tað, so gerast smakkirnir intensari. Tó plagi eg bara at gera salsa sum tað fyrsta og síðan alt annað, so tað hevur staði eina løtu áðrenn vit eta.

Enjoy <3