HEIMAGJØRD TERIYAKI SÓS
Ein av okkara yndis rættum her heima er laksur við Teriyaki sós, eftirsum vit ótu hettar fyrrdagin, helt eg at eg líka so væl kundi taka nakrar myndir og síðan deila uppskriftina við tykkum. Teriyaki sós er faktist orduliga nem at gera og smakkar sera væl aftur við bæði laksi, men eisini høsnarunga.
“Ikki er tað altíð líka nemt at vera gift við einum bloggara, læt úr manninum, tá eg lændi hansara tallerk at taka myndir av og enntá proppaði nøkur pettir av brokkoli á fyri at fáa tað at síggja penari út”
Tú skalt brúka :
1,5 dl soya
2,4 dl av vatn
1/4 tsk hvítleykspulvur
1/2 tsk Ingifer
5 sspsk putursukur / farin
2 sspsk Maizena
1,5 dl vatn
Soleiðis gert tú :
Set eina grýtu á miðal hita og rør : 1,5 dl soya, 2,4 dl av vatn, 1/4 tsk hvítleykspulvur, 1/2 tsk Ingifer, 5 sspsk putursukur saman, lat standa til tað byrjar at simra.
Gerð síðan javningin, við at blanda 1,4 dl av køldum vatni við 2 sspsk av Maizena í eitt lítið ílat.
Meðan sósin simrar, rør eitt sindur av javning í senn, inntil sósin gerst passaliga tjúkk – eg plagi ikki at brúka allan javningin, men næstan. Sósin skal gjarna vera eitt sindur tjúkk. Um tú heldur at hon er ov søt, kanst tú altíð smakka til við eitt sindur av soya.