TORTILLIA FAT

0c0542_fa7c928402c9422d9b37f32d7425c4af.jpg

Dagsins rættur í gjár ljóðaði uppá Tortillia fat við salat, guaquamole og súrróma afturvið.
Hettar er sera lætt at gera og smakkar alvorliga væl – harafturat er eitt fat nokk til í minsta lagi 6 vaksin.
Uppskriftina fært tú her :

Tú skalt brúka:
800 gr hakkikjøt
400-450 gr tortillia kips
1 pk rivnan mozzerella ost
2 portiónir  av salsa – Sí uppskrift her
1 pk tex mix ella tú kryddrar sjálv við tí tú eigur inni.
1 kálhøvd entin Iceberg ella kinakál
salt og pipar

Afturvið:
Guaquamole
súrróma
(salat)

Soleiðis gert tú :

1. Stoyt alt tortillia kipsi í eitt stórt eldfast fat og stroy ostin javnt omanyvir.
set inn í ovnin á 180 gradir.

2. Brúnka hakkikjøti í eini grýtu, saman við kryddarínum. Tá tað er brúnka, koyr so salsaði í og rør væl.  ( Um tú brúkar keypt salsa, koyr so eina eyka dós av hakkaðum tomatum í ella eitt sindur av vatni. )
Lat hettar simra í c.a 5 min.

3. Tá osturin er smeltaður og kjøti hevur simra í 5 min, koyrir tú kjøti omanyvir kipsi og ostin í fatinum,
sker kál og koyr síðan hettar beint áðrenn tað verður servera.

Eg plagi at gera guaquamole og salsa sjálv, tí tað dámar mær betur persónliga – men tú kanst saktans keypa tað liðugtblanda.

Enjoy <3