MUNNBITAR DELUXE

2017-03-08-12.59.00-1024x1024.jpg

Mungar tú eftir onkrum søtum í kvøld ? Ella kanska skalt tú hava bindiklubb ? Ella er tað familju hugni á skránni ? Líka mikið hvat høvið er, so eru hesir munnbitarnir altíð eitt hitt! Væl at merkja um tú dámar sjokolátu. Teir eru super nemmir at gera, so enntá børnini kunnu standa fyri dessertin í kvøld, um tú vilt sleppa frá. Hesir eru eisini lekkrir og passandi til barnaføðingardagar o.a.

Faktist er tað bara ein grund uppskrift við peanutbutter, kokusolju og sjokolátu – síðan gert tú í prinsippinum sjálv/ur av hvat tú koyrir í fyri rest. Uppskriftin niðanfyri er bert eitt dømi, men um tú eitt nú ynskir at gera tað eitt sindur sunnari er “Musli” eitt gott boð, ella um tær ikki dámar peanuts kanst tú altíð koyra mandlur ella okkurt annað í. Ella tú fert “all in” ósunt og koyrir ymisk sløg av bomm í (eitt nú minieggs, smartis, m&m rigga væl.)

Tú skalt brúka:

1 stóra sspsk. Peanutbutter

1 stóra sspsk. kokusolju

200 gr sjokolátu (Eg plagi at brúka kókisjokolátu)

50 gr marengs toppar

1 pk mini skumfidusar

250 gr peanuts

 

Soleiðis gert tú:

  1. Smelta sjokolátuna, kokusoljuna og peanutbutter yvir vatnbað.

  2. Tá alt er smelta, blandar tú tað saman við tí turra tilfarinum og skeiðar tú tað í passandi munnbitar á bakipapír.

  3. Set munnbitarnir kalt eina løtu, fyri at sjokolátan skal harna aftur.

 

Vælgagnist <3