HEIMAGJØRD CREME EGG

0c0542_107e4d04675b433b98e4c2b6675fda4f.jpg

Uhm… Creme egg!! So eru tíðin aftur komin har creme eggini freista. Hóast tað avgjørt er lættast bara at keypa 2 fyri 25 í Bónus, so er tað faktis nógv bíligari og smakkar  betri at gera tey sjálv/ur. Men passa upp á, um tú fyrst byrjar at gera og eta tey, so fart tú ikki afturhald hehe    Her fart tú uppskriftina.

Tú skalt brúka :

½ kopp av glucose syrop (fæst í øllum daglivøru handlum)

½ kopp  smør

1 tsk vanilju essens

1/8 tsk salt

3 koppar flourmelis

gula frugtfarvu

300 gr kókisjokolátu

Soleiðis gert tú :

1. Píska glucose syrop, smør og vanliju inntil tað gerst til tað er væl blanda. Píska síðan flourmelis í, eitt sindur í senn – píska inntil tað kremi gerst mjúkt.

2. Koyr 1/3 av kreminum í ein annan bolla og píska síðan eitt sindur av gulari frugtfarvu í.

3. Fryst báar blandingarnar í 2 tímar. Tá kremi er fast eftir 2 tímar í frysarinum, rulla síðan eggini eitt og eitt, byrja við tí gula, forma til ein lítlan bólt og koyr síðan tað hvíta saman við aftaná, soleiðis at tað sær út sum eitt egg. Set aftur í frystarin í 45 min – 1 tíma.

4. Legg eitt bakipapír klárt á borið. Smelta síðan sjokolátuna yvir vatnbað, tak  síðan kúlurnar úr frystarinum og dyppa tær í sjokolátuna, legg á bakipapíri og lat síðan sjokolátuna harna.

Tað er ein fyrimunur at goyma eggini í køliskápinum, soleiðis at sokolátan ikki smeltar, av tí at innmaturin er bleytur.

Enjoy <3