HEIMSINS BESTU KANELSNIGLAR – CINNABON
Tá ið vit vóru yviri í USA/Canada og fjakkaðu fyri nú skjótt 2 árum síðani smakkaðu vit heimsins bestu kanelsniglar kallaðir Cinnabon. Sjálvandi var hettar síðsta dagin vit vóru í USA, so tað var bert hesa einu ferðnar at vit kundu keypa teir. Síðan tá havi eg prøva at eftirlíknað uppskriftina fleiri ferðir og hendan uppskriftin er tann tann allarbesta. Heima hjá okkum, verða hesir serveraðir til føðingardagar o.a javnan og sigast skal at teir sjálvdan halda longur enn tann eina dagin, tí tá er einki eftir.
Tú skalt brúka :
2, 5 dl heitt vatn
1 pk turr gerð
1,25 dl sukur
1/2 tsk salt
1 dl kyrnumjólk/blak (stovuhita)
1 egg
1 dl olju
700 – 750 gr mjøl
Til fylluna:
2,5 dl putursukur
2 1/2 tsk kanel
2 súpsk Maizena (maismjøl)
100 – 150 gr smør (stovuhita)
Omaná:
1/2 pk rómaost (naturel)
75 gr smør
1/2 – 1 tsk vanilju sukur
1 tsk sitrónsaft
3 – 4 dl flour melis
Soleiðis gert tú:
1. Blanda vatn, gerð og 1 súpsk av sukur saman – lat standa og virka í c.a 10 min. (Eg plagi at gera uppskriftina við mixarinum, brúkri deiggj krókin.) Í einum lítlum bolla viðsíðurnarav pískar tú síðan kyrnumjólk, olju og eggi væl saman. Tá gerin nú boblar og er heva eitt sindur eftir 10 min. koyrir tú hesa blandingina og restina av sukrinum í og mixar/eltir aftur til tað er blanda saman.
2. Koyr síðan 350 gr av mjølinum í og elt væl, síðan koyrir tú eitt sindur av mjøl í í senn, inntil deiggji sleppur bollanum og enn er eitt sindur klebrut, men ikki so klebrut at tað heftir fast í fingrinum tá tú rørir við tað. Elt síðan í eini 4- 5 min afturat.
3. Smyr síðan bollan við eitt sindur av olju, koyr deiggji í og koyr cell0fan útyvir – lat heva í 1 – 2 tímar inntil deiggji er blivi dubult so stórt.
4. Fylla: Í einum lítlum bolla rør putursukur, maizena og kanel væl saman.
5. Tá ið deiggji er heva, rullar tú tað út, eitt sindur í senn. Smyr fladuna við smør og koyr síðan fylluna omanyvir smøri. Rulla saman og sker í passaliga stødd c.a 5 cm hvør.
6. Set sniglarnir á eina bakiplátu við bakipapír, og dekkað til við cellofan aftur í 1 -2 tímar inntil teir aftur hava heva til c.a tað dubulta og næstan røra við hvønn annan. Bakað á 180 gradum í c.a 15 minuttir, inntil teir byrja at gerast brúnir omaná – Ansa eftir so teir ikki verða ov nógv bakaðir.
7. Meðan kanelsniglarnir bakað, kanst tú gera glasurin kláran. Píska smør og smør væl saman við einum pískara inntil tað gerst lekkra kremut. Píska síðan vanilju og sitrónsaftina í. Síðan koyrir tú flourmelis í, eitt sindur í senn og píska í einar 5 min, fyri at tað skal blíva luftut og lekkurt.
Tá kanelsniglarnir koma úr ovninum, kanst tú smyrja eitt lag av glasurinum omaná, hettar smeltar síðan inn í sniglarnir og tá teir eru kølnaðir/ skullu serverast, kanst tú koyra restina av glasurinum á. Teir smakkað best at servara eitt sindur heitir, men eisini væl kaldir.
Enjoy <3