SJOKOLÁTA SVANS

Eg elski sjokolátu og ikki minni sjokolátakaku, tá hon so er heit við eitt sindur av ísi afturvið so kann tað also ikki gerast betri! Hendan sjokoláta svans kakan smakkar himmalskt og er eisini, sum ikki einaferð, orduliga nem at gera. Hon smakkar sjálvandi best heit, men kan saktans hitast uppaftur ella etast køld. Fyri at vera erlig so eru myndirnar hesaferð ikki serliga góðar, men tað kemst av tí einklu grund at vit bakaðu hana um kvøldið, so eg skundaði mær at taka myndirnar beinanvegin, meðan tað enn var okkurt eftir at taka myndir av. JA hon smakkaði SO væl og JA hon er ósunn, so eg bíði líka eitt sindur við at gera eina sovarna afturat hehe…

Tú skalt brúka :

1 1/4 kop sukur

1 kop mjøl

1/2 kop av kaka pulvur

2 tsk bakipulvur

1/4 tsk salt

1/2 kop mjólk

75 gr smør, smelta

2 tsk vaniljusukur

1/2 kop putursukur/farin

1 1/4 kop heitt vatn

Vanilju ís afturvið

0c0542_1247fa6a92b045859d09d3e131221e74mv2_d_1334_1334_s_2.jpg

Soleiðis gert tú :

1. Set ovnin at hita á  180 gradir. Hita vatnið í eini grýtu inntil tað byrjar at smábobla.

2. Rør mjøl, bakipulvur, vaniljusukur, salt og helvtina av sukrinum og kakanum saman í einum bolla. Píska síðan mjólkina og smøri í inntil tað gerst kremut.

3. koyr deiggji í ein miðalstóran smurdan køkuform ella eldfast fat og javna tað út.

4. Í einum ørðum bolla rør restina av sukrinum og kakanum saman við purtursukur til tað er væl blanda.

5. Stroy pulvurblandingina javnt útyvir deiggi og stoyt síðan tað heita vatnið omanyvir  og koyr kakuna direkta inn í ovnin. IKKI RØRA Í TÍ.

7. Bakað kakuna mitt í ovninum í 30-35 minuttir (35-40 minuttir um tú nýtir glasform). Lat hvíla í 15 minuttir áðrenn hon veður servera. Servera saman við vanilju ísi.

0c0542_1467f9a4a4fc4933a005a420358a2c71mv2_d_1334_1334_s_2.jpg