HEIMAGJØRT CHAI THE
Heimagjørdur chai latte, uhm…. TAÐ vermur í hesi myrku og køldu tíð og tú pjøvist ikki ein gongd at dáma the fyri at drekka chai latte. Heitt, lekkurt og fylt við kryddaríum, ein uppliving fyri smakkisansirnir í sær sjálvum. Eg bíleggi sjálv ofta ein chai latte á café, men ofta tykjast teir eitt sindur for søtir og vamlisligir, so eg klári sjálvdan at drekka ein heilan. So tí geri eg eisini mín egna heima, her fært tú uppskriftina.
Tú skalt brúka:
Chai the:
4 the posar
3 heil kanel
1 tsk heilir nelikar
1 tsk kardamummun
1 tsk ingiferð ella 1 cm av heilum ingiferð.
½ tsk muskatøt
1 vaniljustong (skorin í helvt, soleiðis a kornini kunnu koma til sín rætt) ella 1 – 2 tsk vanilju essens
1 spsk hunang
1 spsk putursukur
1 l vatn
Chai latte:
Chai the (sí omanfyri)
Mjólk
Kanel
Soleiðis gert tú :
1. Koyr vatn og the posarnir í eina grýtu, lat koma upp á kók.
2. Koyr síðan øll kryddaríini í grýtuna og vanilju – lat kóka í 3 – 5 min. Set síðan hitan niður og lat simmra í 2 – 4 tímar, alt eftir hvussu nógvan smakk tú vilt hava.
3. Síla kryddaríini frá og koyr síðan vatni / the í grýtuna aftur. Koyr so putursukur og hunang í og lat koma upp á kók. Rør væl inntil sukuri er upployst. Lat kølna eitt lítið sindur og koyr síðan í eina glas fløsku við proppi ella eina glas kannu, við cellofan omanyvir, meðan tað enn er heitt og koyr proppin á. Heldur sær í køliskápinum í minsta lagi 1 viku.
Til chai latte :
Hita chai the og mjólkina hvør sær.
minnst til at røra væl í mjólkini, gjarna við einum pískirísi inntil hon er hita ígjøgnum.
Skúma mjólkina við einum mjólkaskúmara ella kanst tú brúka eina stempulkannu at skúma mjólkina við.
Koyr síðan chai the í ein kopp, upp til helvtina og so hina helvtina við skúmaðari mjólk. Dryssa eitt sindur kanel omanyvir og servera.
*Umráðandi er at brúka líka nógva mjólk sum chai í ein chai latte.
*Tú kanst eisini gera chai latte beinanveg um tú hevur hug, smakkurin er stadivekk har, tó ikki líka intensur sum, tá ið tú letur tað simra.
Enjoy <3