HEIMAGJØRDUR BURGARI

Hvat eta tit til døgurða fríggjakvøld ? Gera tit okkurt serligt burturúr ella skal tað bara verða nemt ?

Heima hjá okkum er tað ofta nokkso ymiskt,  men eitt tað besta vit fáa fríggjakvøld er heimagjørdur burgari sum hesin á blogginum í dag. Burgari við karamelliseraðum perum, rómaosti, spinati, osti og bacon.

Uppskriftina fekk eg frá nøkrum amerikanskum vinnfólkum, ið vóru og vitjaðu okkum í mai mánaða í fjørð – eg havi tó broytt hana nakað og gjørt heimagjørdir burgara bollar afturat. Tú kanst sagtans gera hesir burgarinir lættari við at bara keypa búffar og burgarabollar. Vit her heima elska bara hesa samansetingina við onkrum søtum, onkrum frískum, mjúkum og tungum alt í einum.

 

Tú skalt brúka : 

Búffar / hamburgarar / hakkibúffar ella heimagjørdir búffar

Ost

Bacon

Naturel rómaost

Perur

Spinat

Avocado (valfrítt)

Burgarabollar

Heimagjørdir burgarabollar

Tú skalt brúka :

50 g. gerð
5 dl lunka vatn

1 dl reint jogurt
2½ tsk skur
1 tsk salt
2 egg
0,4 dl olivenolju
250 g. rugmjøl
100 g. havragrýn
500-550 g. hveitimjøl

 

Soleiðis gert tú :

  1. Upploys gerðina í tí lunkaða vatninum og rør sukur, olivenolju, salt og egg í. Síðani rørir tú rugmjøl og havragrýn og jogurt í og tíl síðst hveitimjøl. Elt deiggi væl.

  2. Lat tað heva í umleið ein tíma og deil tað síðan sundur í so nógvir bollar sum tú ynskir. Rulla síðan deiggi til bollar og trýst teir flatir – lat síðan heva í hálvan tíma afturat.

  3. Bakað á 210 gradum í c.a 12 minuttir – tú sært at teir fáa eitt sindur av farvu omaná.

 

Karamelliseraðar perur

3-4 Perur

2 súpsk. sukur

1 tsk smør

 

Soleiðis gert tú:

Sker perurnar í tunnar skivur. Smeltað sukuri á eini pannu við miðal hita, tá sukri er smeltað, koyr síðan smørið í og  legg síðan perurnar á og lat bobla eina løtu, eftir 2 minnuttir vend perunum. Set til síðis.

 

Steik baconi soleiðis sum tú vilt hava tað.

 

2017-01-13-19.45.11-1024x819.jpg

Samla síðan burgaran – tað er lekkurt at eta eina lætta salat afturvið úr t.d. cherry tomatum, agurk og spinatbløðum.

 

Vælgagnist <3

 

 

 


2017-01-12-23.28.51-1024x683.jpg