Á CAFÉ HEIMA – AFFOGATO KAFFI

0c0542_9aad0d00c64c44a29dee0c6a20e2aa1emv2_d_2047_2048_s_2.jpg

Eg eri ALL IN fyri at vera á Café heima – ella ja í øllum førum lata sum um at vera á café heima. Tit vita nokk hvat eg meini ? Hettar at kunna fara ein túr á café og bíleggja ein lekkran ( les fancy) kopp av kaffi, ið eg nokk ikki ein gongd úttali rætt og bara seta seg at njóta tað – eitt tað besta sum er.  MEN tá eg nú búgvi í Æðuvík og ein túrur á eina góða café er millum 30 – 60 min við bili, er hettar ikki altíð líka nemt. Tí havi eg fingið mær tað, at fara á café heima bara í staðin – eg tendri “Singer Songwriter Coffe Break” playlistan á Spotify, bryggi mær okkurt lekkurt slag av kaffi (bønir sjálvandi), taki telduna framm og seti meg væl nøgda í tann besta stólin í eina løtu. Tá tað so skal vera orduliga hugnaligt gera eg og maðurin onkuntíð tað at vit gera ein lekkran kopp av onkrum fancy kaffi, so sum Affogato. Affogato er super nemt og skjótt at gera, smakkar fantastiskt og  krevur ikki so nógva fyrireikan. Her fáa tit uppskriftina :

Tú skalt brúka :

2 stórar skeiðir av ís – eg plagi at brúka vanilju.

kaffi, bilar ikki um tað er blivi eitt sindur lunkað.

mjólk

Kaffisirup (valfrítt)

Soleiðis gert tú:

1. Koyr 2 stórar skeiðir av ísi í eitt glas.

2. koyr eitt sindur av kaffisirup omaná

3. Stoyt kaffi í inntil ísurin er næstan undur.

4. koyr síðan eitt sindur av mjólk í ( eg plagi at brúka c.a 3 tsk)

5. Koyr síðan eitt sindur av kaffisirup omaná aftur fyri at gera tað orduliga lekkurt. Njót við eini skeið, sugurør ella bara í sær sjálvum.

Tað er ikki neyðugt at koyra kaffisirup í, men tað ger veruliga mun um tú vilt hava hettar “café” følilsi ella bara vilt hava at tað sær eitt sindur smartari út tá tú serverar tað fyri gestum.

Enjoy <3