GULARÓTAKAKA
Gott nýggj ár øll somul Eftrisum vit øll hava eti so nógv á jólum, haldi eg vit akkurát tað sama kunnu blíva við, ikki so?
So her fáa tit uppskriftina upp á tí mega lekkru gularótakakuna eg gjørdi í gjár.
Tú skalt brúka:
Kaka:
200 gr farin/putursukur
180 ml raps olju
60 gr c.a 2 spsk súrróma (18%)
3 egg
2 tsk vanilju extract
250 mjøl
1 tsk natron
2 tsk kanel
1/4 tsk muskatnøt/nutmeg (pulvur)
½ tsk salt
260 gr fínt hakkaðar/blendaðar gularøtur
30 gr fínt hakkaðar pecan ella valnøtur
Glasurur:
1 pk rómaost (200gr)
100 gr smør
1 pk píski róma
2 tsk vanilju extract
400 gr flourmelis
Soleiðis gert tú :
1.Set ovnin á 180 gradir luft.
Píska farin og oljuna saman inntil tað er væl blandað. c.a 1 min. koyr síðan súrróman í og píska.
2. Píska síðan eggini í, eitt í senn.
3. rør síðan vanilju extract í og set bollan til síðis.
4. Í einum øðrum bolla rørir tú mjøl, kanel, muskatnøt, salt og natron saman. Rør síðan hettar síðan hettar varliga saman við tí váta tilfarðinum.
5. Til síðst rørir tú gularøturnar og næstan allar nøturnar í, goym eitt sindur av nøtinum til at príða kakuna við. Set síðan kakuna í ovnin og lat bakað í 32 -38 min – inntil hon er góð. Ansa eftir so tú ikki bakar hana ov leingi, tí so gerst hon lætt turr.
6. Lat kakuna kølna fullkomuliga áðrenn tú koyrir glasurin á.
7. Soleiðis gert tú glasurin. Píska róman inntil hann gerst tjúkkur.
8. Píska smør og rómaostin væl saman í eini 2-3 min. Koyr síðan c.a 200 gr av flourmelis í og píska, hereftir pískar tú róman og vanilju saman við restini. Til síðst koyrir tú meira flourmelis í, inntil tú fært tann konsistensin tú ynskir.
9. Sker síðan kakuna í helvt og koyr helvtina av glasurinum í kakuna og legg saman og koyr restina omaná. Dryssa so restina av nøtinum omaná.
*Tú kanst eisini velja at hava minni glasur, soleiðis at tað bara er á køkuna, so brúkar tú bara minni av róma og flourmelis.
Enjoy <3