Eitt konufólk í eini mannfólkaverð

So hendi tað, tað eg havi droymt um síðan eg var lítil - eg eri blivin bóndi í Æðuvík.

Í løtuni gangi eg tíðskil á bóndaskúla á Búnaðarstovuni tvey kvøld um vikuna, eg taki mær av dagliga rakstrinum á garðinum og royni sum fragast at seta meg inn í hesa nýggju tilveruna, uttan at tað kemur at ávirka alt annað nakað stórvegis.



Read More
#Magndate - Tey smáu tingini kunnu gera stóran mun

Eg helt ongantíð at eg fór at koma hertil ella rættari sagt vit - at hjúnarbandið fyri tað mesta snýr seg um at yvirliva og fáa gerandisdagin at ganga upp heldur enn at hugsa um hvønn annan, at sofan gjørdist mín besti vinur um kvøldið, meðan tað at bara sita og hyggja inn í “kassan” saman áðrenn man ferð í song er ok, tí yvirskotið er ikki til so nógv annað.

Read More
Vælkomin til Olafsdottir.fo

Beint nú siti eg hálvklár til mína næstu myndatøku um hálvan tíma, buksurnar má eg skifta tí tær eru tað bera tannkrem og snor, eg havi oyrastingir (Helt tað vóru bara børn sum fingu tað), hári hevur fingið yvirdosis av turrshampoo og kaffi er blivi kalt. Alt sum eg burdi klára í dag, klári eg heilt sikkurt ikki - men tað er tíðanbetur aftur ein dagur í morgin og tað skal nokk ganga tað heila.

Read More
#AVGØRÐUMÁFERÐ- AIRBNB Í HÓSVÍK

Síðsta vikuskiftið vóru eg og John í brúdleyp í Hósvík og vit gjørdu ikki matari enn at bookað okkum eitt airbnb neyst leygardagin og sunnudagin! Hettar vísti seg at vera eitt tað besta hugskotið vit hava havt í longri tíð, eg føldi meg mestsum sum eitt heilt nýtt menniskja aftaná at hava nýtt 2 dagar við frið, ongum húsligum arbeiði, góðum veðri og inspererandi umhvørvi.

Read More
1 2 3 BANAN KAKA

Eg havi ikki orduliga verið í stødinum til at bakað í seinastuni, men tá vit so fingu gestir bæði í gjár og í dag, helt eg at eg heldur mátti finna upp á okkurt. Eg brúki sjálvdan nakra uppskrift tá eg baki, so tað gjørdi eg heldur ikki hesu ferð – eg átti eitt sindur av jogurt sum var við at ganga út, nakrar yvirbúnaðar bananir og alt ov nógv egg, so tað gjørdist útgangspunktið – kakan smakkaði faktist yvirraskandi væl og bleiv spugd um uppskrift beinanvegin í gjár, so eg deili hana við tykkum her eisini. Uppskriftin røkkur til tveir lítlir breyð/sandkaku formar og báar kakurnar nýtast ikki at verða akkurát líka.

Read More